Kunnu fáa ein altjóða meistara aftrat í dag

Kunnu fáa ein altjóða meistara aftrat í dag
Fær Høgni Egilstoft Nielsen javnt, ella vinnur hann á fyrsta borði í dystinum móti Luksemburg á talvolympiaduni í Budapest, er triði og síðsti IM-normurin rokkin
Hesir telvaðu móti Sveis í gjár. F.v. Helgi Dam Ziska, Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft og Luitjen Akselsson Apol. John Rødgaard sæst standandi.
 
20.09.2024 - 13:22

Føroyar kunnu fáa nýggjan altjóða meistara í talvi í dag.

Fær Høgni Egilstoft Nielsen javnt ella vinnur hann á fyrsta borði í dystinum móti Luksemburg á talvolympiaduni í Budapest í dag, er triði og síðsti IM-normurin rokkin. 

Mótstøðumaður hansara verður Michael Wiedenkeller, ið sjálvur er altjóða meistari. Wiedenkeller er svii, var í 1990 Svøríkismeistari, men síðani 2010 hevur hann umboðað Luksemburg, har hann hevur búð seinnu árini.

Høgni hevur svarta fólkið móti Michael Wiedenkeller. Dysturin byrjar klokkan 2 í dag.

Føroyar hava í løtuni tveir altjóða meistarar í talvi, John Rødgaard og John Arna Nilssen. Helgi Dam Ziska var altjóða meistari, áðrenn hann í 2016 gjørdist stórmeistari.

 

Gott úrslit móti Sveis

Føroyar fingu frálíkt úrslit í áttanda umfari á talvolympiaduni í gjár.

Dysturin móti Sveis, sum er styrkismett væl ovari enn Føroyar, endaði javnur 2 - 2.

18 ára gamli føroyameistarin, Luitjen Akselsson Apol, tryggjaði Føroyum javnleikin við sigri á 4 borði. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen telvaðu javnt á fremru borðunum, og Rógvi Egilstoft tapti á triðja borði.

Luitjen Akselsson Apol er nú føroyskur toppskjútti í Budapest, og stendur í løtuni til at ganga fram meira enn hálvthundrað ratingstig.

Føroyar hava nú níggju stig fyri fýra vunnar dystir og ein javnleik - umframt trý tap - og standa í løtuni nummar 64 av teimum 188 londunum í kappingini.

Talvolympiadan endar sunnudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. apríl
Morgunlestur mikudagur 8.apríl 2026
206583
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635