500 atkvøður geva møguleika at søkja um danskan floksstuðul

500 atkvøður geva møguleika at søkja um danskan floksstuðul
Í ár er stuðulin 35 krónur fyri hvørja atkvøðu um árið
Ríkislógartilmælið um at danska floksstuðulslógin skal setast í gildi í Føroyum var samtykt við aðru viðgerð í tinginum í dag. (Savnsmynd)
 
22.10.2024 - 15:54

Meirilutin í løgtinginum atkvøddi í dag við aðru viðgerð fyri ríkslógartilmælinum, um at danska floksstuðulslógin skal setast í gildi í Føroyum. 

17 atkvøður vóru fyri og 14 ímóti.

Kunngerðin er ongantíð lýst í Føroyum, og nú ivi var um heimildina, helt danska Innanríkismálaráðið tað vera rættast at steðga stuðulsveitingini fyribils, til lógin er kunngjørd í Føroyum.

Í uppskotinum stóð, at flokkar og listar, sum hava fingið minst 1.000 atkvøður til eitt fólkatingsval, kunnu søkja um stuðul. 

 

Broytt til 500 atkvøður

Eitt broytingaruppskot var lagt fram, sum broytti talið frá 1.000 niður í 500 atkvøður, og tað var samtykt.

Umboðini fyri Javnaðarflokkin, Miðflokkin og Sambandsflokkin atkvøddu fyri, meðan umboðini fyri Fólkaflokkin, Framsókn og Tjóðveldi atkvøddu ímóti. 

Í ár er stuðulin 35 krónur fyri hvørja atkvøðu um árið.

Málið skal hava eina viðgerð aftrat í tinginum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114