Fleiri áarlop um landið

Fleiri áarlop um landið
Landsverk heitir á bilførarar um at vera sera varnir og kanna koyrilíkindini áðrenn farið verður í bilin. Blot er komið í kavan og tað hevur fleiri áarlop við sær
Soleiðis sá út á Vatnavegnum í Vágum nú seinnapartin
Mynd: Joan Ólavsdóttir  
 
12.01.2025 - 14:52

Longu seint í gjárkvøldið leyp fyrstu ferð. Tað var í Sandslíð og er nú ruddað burtur aftur. Og nú seinnapartin í dag er aftur lopið nógvastaðni. Fyrst við Vatnavegin í Vágum, har tað eina løtu ikki var koyrandi, og síðani norðan fyri Hósvík, har tað í løtuni ikki er koyrandi. Eisini er lopið á Selatræðarvegnum, millum Skæling og Leynar, við Ljósáir og á Oyndarfjarðarvegnum.

Koyrilíkindini eru so mikið vánalig, at Landsverk heitir á bilførarar at hugsa seg væl um og kanna koyrilíkindini, áðrenn tey seta seg í bilin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334