Verjugreinari: Russland kennir seg ikki trýst

Verjugreinari: Russland kennir seg ikki trýst
Enn er tað bara prát, sigur Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum, um toppfundin í London í gjár.
Fleiri av heimsins leiðarum hittust í London í gjár at viðgera møguleikarnar fyri vápnahvíld í Ukraina.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.03.2025 - 09:06

Russland kennir seg als ikki trýst, eftir at evropeisku stjórnarleiðararnir hittust  á toppfundi í London í gjár. 

Tað sigur Peter Viggo Jakobsen, lektari á danska verjuakademinum.

- Russland er als ikki trýst. Fyribils er tað bara prát, sigur Peter Viggo Jakobsen.

Endamálið við fundinum í gjár  var annars, at evropeisku leiðararnir skulu vísa styrki og standa saman.

 

Peter Viggo Jakobsen.

 

Mette Fredriksen, danski forsætisráðharrin, segði eftir fundin, at "tað dámar ikki okkara fíggindum", at vit standa saman.

Russland hyggur mestsum bara at, hvat USA ger, tá ið talan er um at friðaravtalu í Ukraina.

- Teir vóna, at teir saman við Trump kunnu fáa eina rímiliga góða friðaravtalu, men teir vita sjálvandi ikki, hvat tað endar við, sigur Peter Viggo Jakobsen.

 

 

Dmitri Peskov.

 

Russar væl nøgdir

Broytti uttanríkispolitikkurin hjá amerikanska forsetanum, Donaldi Trump, fellur í góða jørð í Russlandi. 

- Nýggja umsitingin í USA broytir skjótt uttanríkispolitikkin. Hann hóskar væl til okkara framtíðarhugsan, sigur Dmitri Peskov, talsfólk hjá russiska forsetanum Vladimir Putin.

- Nakað er eftir á leiðini, tí stórur skaði er gjørdur á sínámillum viðurskifti, sigur hann.

- Men um leiðararnir báðir, Putin og Trump, halda frá á hesi leið, so kann tað henda skjótt og eydnast væl, sigur Peskov.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576