Framtíðin er bjørt, men langt er á mál

Framtíðin er bjørt, men langt er á mál
VIKUGESTUR: Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, sum fylti 60 herfyri, var vikugestur á altjóða stríðsdegnum hjá kvinnum
Bjørt Samuelsen hevur hægsta politiska starv í Føroyum
 
08.03.2025 - 13:21

- Tað er nógv eftir at stríðast fyri. Tað eru nógv mál eftir, har kvinnur og menn ikki vera viðfarin eins, eisini í løgtinginum.

Bjørt Samuelsen er avgjørd á málinum, tá ið hon verður spurd um altjóða kvinnudagurin enn er ein stríðsdagur. Nógv er vorðið betri, men nógv kann eisini gerast betri. Spurd um tað, at hon er løgtingsforkvinna, ikki netupp er dømi um, at kvinnur kunnu um bara tær vilja, svarar hon kontant:

- Tað er ein forferdiliga naivur hugsanarháttur, men tað eru nógv, sum halda hatta. Persónliga havi eg ikki møtt nøkrum forðingum fyri at koma í hendan sessin, men vit síggja eisini aðrar sessir, har ongar kvinnur hava verið, og eitt gott høvi var til dømis beint nú at velja eina kvinnu í landsstýrissessin í fiskivinnumálum, har tað ongantíð hevur verið ein kvinna, sigur Bjørt Samuelsen.

Hon er samstundis skjót at staðfesta, at tað hevur stóran týdning, at tað er eitt javnt býti í heiminum, um tað skal bera til, og uttan mann sín, Peter Østergaard, hevði hon ikki verið, har hon er í dag.

Bjørt Samuelsen er mest sum vaksin upp á bygd, tí tá hon var barn og ung úti í Marknagili, var tað langt uttan fyri býin. Har vóru seyðir, ross, gæs og dunnur, og henni gav tað eitt einrúm, har hon trívist enn, tann dagin í dag.

2. mars fylti Bjørt Samuelsen 60 ár, og hetta hevur givið henni høvi at hugsa um, hvat hon skal brúka restina av sínum lívi til. 

- Eg kenni meg unga, sterka, ógvuliga roynda og væl fyri. So á tann hátt er tað ordiliga deiligt at vera seksti, sigur hon.

Hoyr alla samrøðuna við Bjørt Samuelsen her.

1730788

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194