Vinnari av grønlendska valinum: Trump er óhóskandi

Vinnari av grønlendska valinum: Trump er óhóskandi
Jens-Frederik Nielsen, formaður í flokkinum Demokraatit, sum vann grønlendska valið, heldur viðmerkingina hjá Trump um at leggja Grønland undir USA, fyri óhóska
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.03.2025 - 09:00

Sigursharrin av grønlendska valinum Jens-Frederik Nielsen, formaður í flokkinum Demokraatit, kallaði í gjárkvøldið viðmerkingina hjá Trump um at leggja Grønland undir USA, fyri óhóskandi. 

Á sínum facebook vanga skrivaði hann seint í gjár, at viðmerkingin hjá Trump vísir enn einaferð, at grønlendingar eiga at standa saman í tílíkum støðum. 

Hann vísir eisini á, at politiskar ósemjur ikki skulu byrja nú beint eftir at úrslitið av valinum er vorðið alment. 

"Vit mugu standa saman - og tit kunnu rokna við at vit fara til samráðingarnar við hesum í huga. "

Jens-Frederik Nielsen fekk flestar persónligar atkvøður av øllum valevnunum við 4850 atkvøðum og flokkur hansara, gjørdist eisini størsti flokkur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489