Nýggi kanslarin væntar harðar samgongutingingar

Nýggi kanslarin væntar harðar samgongutingingar
Flokkarnir, sum ætla at skipa samgongu í Týsklandi, hava longu gjørt avtalu um stóran fíggjarpakka fyri undirstøðukervið og verjuna
Friedrich Merz verður væntandi nýggjur samveldiskanslari í Týsklandi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.03.2025 - 11:32

Komandi samveldiskanslarin í Týsklandi, Friedrich Merz, sigur, at samgongusamráðingarnar við sosialdemokratiska flokkin, SPD, verða harðar.

- Í fyrstu atløgu mugu vit tosa um nýskipanir og møguligar skerjingar á fíggarlógini, segði Merz við týska kringvarpið, ARD, í gjár.

Hann er leiðari fyri kristin-konservativu samgonguni CDU og CSU, sum vann valið í februar.

Samgongan er í samráðingum við flokkin hjá fráfarandi forsætisráðharranum, Olaf Scholz, SPD.

 

Avtala fyri 3.730 milliardir

Flokkarnir hava gjørt avtalu um ein slóðbrótandi fíggjarpakka fyri undirstøðukervið og verjuna. Hann kemur til viðgerar í samveldistinginum í morgin.

Fíggjarpakkin kostar 500 milliardir evrur, sum eru 3.730 milliardir krónur.

Nógvar atfinningar hava verið móti pakkanum, ikki bara av tí, at hann er so stórur, men eisini tí ætlanin er at slaka í grundalógarbundna markinum um almenna skuld. 

Skal pakkin verða samtyktur í samveldistinginum, krevst avgjørdur meiriluti. Tað er, at  tveir triðingar av samveldistinginum atkvøða fyri uppskotinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659