Hvørki avtala ella váðameting

Hvørki avtala ella váðameting
Visit Faroe Islands og Vita Software hava fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum
Teldusníkar fingu fatur í upplýsingum um heilsuna hjá teimum, sum vóru við í Closed for Maintenance.
 
07.07.2025 - 08:22

Visit Faroe Islands og Vita Software hava fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

Visit Faroe Islands sendi Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot.

Í fráboðanini var greitt frá, at teldusníkar høvdu fingið atgongd til skipanina hjá Vita Software, sum er veitari hjá Visit Faroe Islands. 

Talan var um 4.000 skrásett.

Upplýsingarnar vóru í flestu førum um teldupost og loyniorð hjá brúkarum hjá Visit Faroe Islands.

Hjá teimum, sum sluppu til Closed for Maintenence, var eisini talan um heilsuupplýsingar.

Dátueftirlitið staðfesti, at Visit Faroe Islands og Vita Software onga dátuviðgerðaravtalu høvdu gjørt, áðrenn trygdarbrotið var. 

Ein dátuviðgerðaravtala er lógarkrav.

Dátueftirlitið staðfesti eisini, at Visit Faroe Islands ikki hevði gjørt nakra váðameting.

Uttan váðameting ber ikki til hjá dátuábyrgdaranum at staðfesta váðan, sum stendst av viðgerðini av persónupplýsingum, sigur Dátueftirlitið.

Uttan dátuviðgerðaravtalu og váðameting er trygdin ikki í lagi, sigur Dátueftirlitið, sum gevur Visit Faroe Islands og Vita Software álvarsliga átalu. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846