G! 2025: Kaleo lat tónleikin tala, meðan G! hevur fingið nýggjar kultlimir

G! 2025: Kaleo lat tónleikin tala, meðan G! hevur fingið nýggjar kultlimir
UMMÆLI: Framúrskarandi veðrið gjørdist eitt høvuðsnavn á G!, sum leygardagin kundi boða frá, at festivalurin var útseldur - fyri fyrstu ferð í 20 ár. Fólk eru nýfjeppin í G!
Oddamaðurin í Kaleo, Jökull Júlíusson, í kovboyhatti og føroyskum vesti. What's not to like
Mynd: Laura Marchini  
 
20.07.2025 - 13:43

Ikki síðani Europe spældi í Syðrugøtu í 2005 hevur G! festivalurin verið útseldur. 

Men leygardagin kundi G! boða frá, at nú sluppu ikki fleiri fólk inn á festivaløkið, tí tað var útselt. 

5000 atgongumerkir vóru seld, meðan okkurt um 1000 onnur fólk vóru til arbeiðs ella sum sjálvboðin á økinum.

 

Ivi gjørdur til skammar

Bróðurparturin av G!-gestunum í ár vóru ung fólk. Harvið bleiv allur ivin um G! festivalin, og uppáhaldið um, at tey ungu ikki tíma G!, gjørdur til skammar.

Nógv fleiri tjøld sóust á tjaldingarøkinum í Norðragøtu, og tað vóru húsvognar allastaðni, ið tú vendi tær í Gøtu. 

Framúrskarandi átakið við festivalbussum, ið koyrdu runt Eysturkommunu við festivalgestum, gjørdi, at tað var sera høgligt hjá fólki eisini at gista í Lorvík.

Stórt rós til fyriskipararnar fyri tað.

 

Dansið væl í stillum

Onkursvegna kendist ársins útgáva av G! sum ein endurføðing av festivalinum, ið slóðaði fyri hinum uttandura festivalunum í Føroyum. 

Meðan hundraðvís av festivalgestum, ung sum eldri, stóðu á Sandinum leygarkvøldið til Silent Disco, við hvør sínum oyratelefonum og sungu og dansaðu til "YMCA" hjá Village People, tóktist tað sum fólk vóru nýfjeppin í G!

 

Norska Silent Disco Club er komið fyri at vera á G!, eins og finsku hitapottarnir á sinnið komu og ongantíð fóru avstað aftur.

Tiltakið er sera væl umtókt millum fólk, og tað er kanska ikki so undarligt, at føroyingar og Noregs menn dáma væl at dansa í stillum, stillið tykkum allar, riddarar, Noregs menn! dansið væl í stillum.

 

Nýggir kultlimir

Somu kensluni stóð mann eisini við til konsertina við fantastiska norska tungmálmsbólkinum Cult Member í Fjósinum eitt korter til eitt sunnunáttina.

Mitt í hurlivasanum frammanfyri pallin, sum tey rópa mushpit, livdu nakrir 14 ára gamlir dreingir sítt besta lív millum teir grannvaksnu menninar, meðan teir blivu skumpaðir runt í pittini. 

G! hevur fingið nýggjar kultlimir í ár. 


Mynd: Finnur Justinussen / leit.fo

 

Veðrið spældi við G!

Tað er tó eingin orsøk at lúgva fyri sær sjálvum: Høvuðsnavnið á G! í ár var í stóran mun framúrskarandi veðrið, ið spældi við G! bæði undan og undir festivalinum. 

Allar tríggjar dagarnar var tað lýtt og stilt við sólglottum, ið av og á prikaðu hol á mjørkan, sum allan festivalin fevndi Syðrugøtu sum ein heitur barmur. 

Men tá tað er sagt, so var G! skráin í ár eisini krútsterk, og tað fingu øll, ið vóru til konsertirnar, at sanna.


 

Leygardagurin var einki undantak, tí har var alt á skránni frá country og line-dansi á Sandinum aftur við konsertini hjá føroyska kontrikonginum Halli Joensen.....


Mynd: Tordis Vang Guttesen

 

... til Føroyskan dans í Fjósinum.

 

Alt frá Silent Disco Club á Sandinum og úti í sjónum...

 

... til tungmálm við Cult Member í Fjósinum.

 

Alt frá hugfarsligum og vøkrum singer-songwriter-tónleiki við Benjamin Rajani...

 

...til elektroniskan avant garde-tónleika í Fjósinum. 

 

Alt frá kitsjkonginum Bass Elvis á Spæliplássinum...

 

...til indie-grunge-tríbólkin Sundog úr Alaska í USA í Fjósinum. 

 

LES EISINI: G! 2025: G! smakkaði hósdagin meira av G! enn nakrantíð áður

 

 

Tónleikurin talaði

Ársins høvuðsnavn leygardagin, íslendska heimsnavnið Kaleo, lat í stóran mun sín framúrskarandi bluesrokk tala, tá teir spældu eina sterka konsert á Sandinum. 

Tað var ikki so nógv fjant og fjast, tá teir fimm limirnir í Kaleo, við Jökull Júlíusson á odda, í einum kovboyhatti og føroyskum vesti, trinu á pallin.

Serliga risahittið "Way Down We Go", ið øll kenna, riggaði væl, men har vóru í grundini fleiri sangir, sum fólk skrálaðu so lystiliga við til. 

Gleðiligt at fólk hava fyrireika seg heimanífrá. 

 

Ljóðið drillaði

Tíverri var konsertin eitt sindur plágað av ljóðtrupulleikum, bæði á pallinum, har Jökull Júlíusson til tíðir gav ilt av sær, tí hann ikki hoyrdi seg sjálvan nóg væl. Men eisini úteftir móti áhoyrarunum.

Ljóðstøðið var í lægra lagi, og tá roynt varð at skrúva upp, so byrjaði tað at feeda, sum tað eitur á tónleikamáli. Tað er tá tað byrjar at ýla í anlegginum. 

Ljóðið var á ongan hátt nøkur vanlukka, men tú hoyrdi ov illa framúrskarandi oddamannin, ið syngur so ómetaliga væl, tað var harmiligt, at tað ikki var betri, tá nú konsertin var so góð. 

 

Sissal á høvuðspallin næsta ár

"Tað minnir um Nephew í 2010," staðfesti Høgni Lisberg, G!-tónleikastjóri, tá hann kom av Spæliplássinum, meðan hann risti á høvdinum. 

Tá illveður rakti G! í 2010, og stóri pallurin hvarv saman við sandinum í Syðrugøtu, noyddist høvuðsnavnið hetta árið, donsku Nephew, at spæla á Spæliplássinum. 

 

Ikki síðani hava so nógv fólk verið á Spæliplássinum, fyrr enn leygarkvøldið klokkan 21.30, tá føroyska Eurovision-drotningini, Sissal Jóhonnu Norðberg Niclasen, trein á pallin.  

 

Sissal hevur vunnið seg væl og virðiliga inn í hjørtuni hjá øll føroyingum, og tað sást aftur til konsertina, tí Spæliplássið var á kjafti við fólki í øllum aldri, ið vildu hoyra nýggju føroysku poppstjørnuna. 

Næsta ár má Sissal á stóra pallin á Sandinum. 

 

Eitt mark má vera

Stóra unditøkan í ár merktist longu hósdagin, tá tað vóru nógv fleiri gestir enn vanligt. Tann sannroyndi, at tað var trupult at sleppa niðan á Spæliplássið til konsertir, staðfesti hesa sannroynd.

Fríggjadagin, tá Eivør var høvuðsnavnið, legðist afturat festivalskarðanum, og leygardagin var so fult í Syðrugøtu. 

Tað er umráðandi at eitt mark er, og at tað ikki koma fleiri fólk inn á økið, enn tað vóru leygardagin.

Tað var trongligt, men ikki so trongligt , at tað á nakran hátt kendist óbehagiligt.

Óbehagiligt var tað hinvegin fyri 20 árum síðani, tá Europe spældi, og hegnið kring festivalin bleiv koppað. Tá vóru okkurt um 10.000 fólk í Syðrugøtu. 

 

LES EISINI: G! 2025: Summar nætur koma ongantíð aftur

 

 

Nógvir gestir geva fleiri avbjóðingar

Men við mongu gestunum komu eisini fleiri avbjóðingar, ið ikki allar blivu loftað eins væl.

Afturvendandi hoyrdist, at tað vóru ov fá vesir, serliga til konufólk.

Aðrastaðni hava tey sera góðar royndir av pissoir til konufólk. Har stóð eitt í Grundini, men tað sá ikki út til at vera í brúk.

 

Tey mongu sjálvbodnu, ið royndu at fáa øl og cider út um barrdiskarnar til tystu festivalgestirnar, høvdu allan festivalin trupulleikar av at anleggini ikki riggaðu ordiliga sum tey skuldu.

Og so vóru tað ofta ov fá fólk handan barrdiskarnar til at sløkkja tostan hjá G!-gangarunum.

 

NETs krassjaði

Men størstu avbjóðingina átti G! einki í, tí leygarkvøldið fór NETs í svart, og við tí møguleikan hjá øllum í ríkinum at brúka gjaldskort.

Lukkutíð blivu gjaldskortini rættiliga skjótt virkin aftur, men brádliga sóust reiðir pengar allastaðn.

Harafturat blivu ølbikørini, har tað er 10 krónur pant á hvørjum, og sum børnini forvunnu nógvar pengar av at selja allan festivalin, brádliga hørð valuta.

 

 

G! gandaði aftur

Niðurstøðan av ársins G! festivalin er tó greið: Festivalurin var ein tann besti í nógv ár.

Enn einaferð megnaði G!, Gøta og ikki minst gøtufólk at ganda seg inn í hjørtunum hjá okkum føroyingum. 

Gleðiligt er tað, at føroyingar koma á festivalin og stuðlaðu, soleiðis at hann verður aftur næsta ár. 

Einki summar uttan G!

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 8. desember
Morgunlestur mánadagur 8.desember 2025
200252
Sunnudag 7. desember
Møti: Evangeliskt møti úr Ebenezer
201158
Sunnudag 7. desember
Ættirnar syngja og suða
201159
Sunnudag 7. desember
Bolero
201153
Sunnudag 7. desember
Gudstænasta í Sandavágs kirkju
201151
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 7. desember
Jólakonsert í Ebenezer
201168
Sunnudag 7. desember
Møti úr Saron í Sandavági
201167
Sunnudag 7. desember
Andakt
201166
Leygardag 6. desember
Hondbóltur: Føroyar - Ísland
201142
Leygardag 6. desember
HM24: Spania - Týskland
201139