
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Hóast hákonjukturur er, leggja bæði kommunur og landskassin trýst á búskapin, tí tey hava stór hall.
Tað sigur Búskaparráðið í heystfrágreiðingini, sum verður løgd fram í løtuni.
Arbeiðsloysið er sera lítið, og í fleiri vinnugreinum er torført at fáa starvsfólk.
Kortini hava bæði kommunur og landskassin hall.
Búskaparráðið sigur, at hallið hjá landskassanum í ár verður mett til 390 milliónir kr. og 376 milliónir í 2026.
Hallið hjá kommununum verður mett til 240 milliónir í ár.
Tilsamans svarar hetta til góð tvey prosent av BTÚ.
Búskapurin yvirhitaður
Tá ið almennu útreiðslurnar til rakstur og íløgur verða øktar í góðum tíðum, verður búskapurin ovurhitaður.
Vinnan, landið og kommunur gera nógvar íløgur í senn, og tað elvir til hægri prísir fyri byggiarbeiði.
Alt samfelagið rindar fyri yvirhitingina.
Vinnan rindar ov høgar prísir, skattaborgarin rindar ov nógv, tí byggiarbeiði hjá tí almenna gerast dýrari enn neyðugt, og húsarhaldini gjalda ov nógv, tí til dømis sethúsabygging dýrkar.
Fíggjarpolitikkurin eigur í staðin at ganga ímóti konjukturinum, tað vil siga, at hann skal tálma í góðum tíðum, sigur Búskaparráðið.
Tora ikki at taka ópopulerar avgerðir
Sambært játtanarkørmunum er ætlanin at gera sparitiltøk fyri 55 mió. kr. í 2026 og 35 mió. kr. næstu árini.
Sum skilst er ætlanin at brúka ”plenuklipparan” fyri at spara almennar útreiðslur. Hesin hátturin at skerja almennar nýtsluútreiðslur yvir ein kamb, ber brá av, at politikararnir ikki gera neyðugar tillagingar, tí teir eru bangnir fyri at taka ópopulerar avgerðir.
Politikararnir eiga í staðin at fremja nýskipanir, sum minka um almennu rakstrarútreiðslurnar, bæði í løtuni og frameftir. Til dømis kann sparast við at taka burtur dupultfunktiónur millum almannaverkið og kommunur, og óneyðugar dupultfunktiónur í teimum trimum sjúkrahúsunum.
Um tað ikki verður spart, má meira takast inn frá borgarunum og/ella vinnuni, sigur Búskaparráðið.
Bústaðartrotið takast í álvara
Um støðuna á bústaðarmarknaðinum, sigur Búskaparráðið, at trot á arbeiðsmegi í byggivinnuni, dýrkaður byggikostnaður, avmarkað útboð av byggilendi, umframt at fleiri almennar verkætlanir hava verið settar í verk í senn, hava avmarkað útboðið av nýbygging av bústøðum.
Hetta hevur verið við til at trýsta sethúsaprísirnar upp, tá ið eftirspurningurin hevur verið stórur.
Búskaparráðið metir tað vera neyðugt, at politiski myndugleikin tekur bústaðartrotið í álvara við at gera sítt til at økja um útboðið av bústøðum og byggilendi til bústaðarbygging.
Les alla heystfrágreiðingina her.