Fyrrverandi KÍ-leikari ákærdur fyri at gera seg kynsliga inn á børn

Fyrrverandi KÍ-leikari ákærdur fyri at gera seg kynsliga inn á børn
Fótbóltsspælarin Patrick Da Silva, sum í fleiri ár spældi við KÍ, er nú ákærdur fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á eina 12 ára gamla og eina 15 ára gamla gentu
Patrick Da Silva í dysti fyri KÍ móti franska stórfelagnum Lille
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.09.2025 - 14:45

Fótbóltsmiðilin Bold.dk skrivar í dag, at miðilin hevur fingið innlit í ákæruritið móti fyrrverandi KÍ-leikaran Patrick Da Silva, ið eisini hevur spælt í donsku superliguni. 

Ákæruritið fevnir um, at Patrick Da Silva er ákærdur fyri at hava roynt at neyðtikið eitt barn á annan kynsligan hátt enn við samlegu; at hava deild pornografiskt tilfar av børnum; at hava roynt at keypt seg til samlegu við barn undir 15 ár; fyri lokking við tí í hyggju at fáa kynsligt samband við barn; og fyri blúnisbrot. 

Børnini, ið ákærurnar fevna um, eru ein 12 ára gomul og ein 15 ára gomul genta. 

Harumframt er Patrick Da Silva eisini ákærdur fyri at hava roynt at lokkað í minsta lagi 12 gentur í aldrinum níggju til 14 ár við tí í hyggju at fáa kynsligt samband við tær. 

 

Upp til átta ára fongsul

Mest álvarsliga ákæran er neyðtøka á annan hátt enn við samlegu, har revsingin kann vera heilt upp til átta ára fongsulsrevsing. 

Patrik Da Silva, sum spældi við KÍ frá 2022 til 2024, bleiv í oktober í fjør uppsagdur í KÍ.

Men longu tá KÍ skrivaði sáttmála við Patrick Da Silva, hevði hann ein dóm fyri blúnisbrot móti einum barni. 

Í KÍ tvíhelt mann um, at øll skuldu hava ein møguleika afturat her í lívinum, tá sáttmáli varð skrivaður við leikaran.

Men í sambandi við, at Patrick Da Silva í fjør bleiv uppsagdur í KÍ, segði Tummas Lervig, at tey høvdu gjørt eina feilmeting av manninum.

 

LES EISINI: KÍ-spælari varðhaldsfongslaður fyri kynslig brotsverk


Kelda: Faroesoccer.com
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650