Norskir reiðarar: ICES ger ov nógv av

Norskir reiðarar: ICES ger ov nógv av
Í brævi til norska fiskimálaráðið mæla teir til, at strandalondini taka sær minst 306.700 tons
Norsku reiðararnir halda, at góð 300.000 tons av makreli eru vísindaliga forsvarlig.
 
07.10.2025 - 07:55

Norskir reiðarar halda, at ICES ger í so nógv av, tá ICES mælir til at koyra makrelkvotuna heilt niður í 174.357 tons næsta ár.

Í brævi til norska fiskimálaráðið mæla teir til, at strandalondini taka sær minst 306.702 tons.

Hetta var eisini upprunaliga tilmælið hjá ICES.

Norsku reiðararnir halda, at góð 300.000 tons eru vísindaliga forsvarlig. Teir siga, at gýtingarstovnurin minkaði bara 13 prosent frá 2024 til 2025. 

Kvotan skal fara upp um 600.000 tons næsta ár, skal gýtingarstovnurin ikki vaksa frá 2026 til 2027, siga reiðararnir. 

Strandalondini hava samráðingar um makrel 16. og 17. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375