Hóttir við at stevna Múte B. Egede

Hóttir við at stevna Múte B. Egede
Fyrrverandi grønlandsmálaráðharri sigur tað vera ærumeiðing og bakbit, at Múte B. Egede hevur kallað snyrilsmálið fólkadráp
Múte B. Egede hevur kallað snyrilsmálið fólkadráp.
Mynd: Sermitsiaq  
 
14.10.2025 - 07:57

Tom Høyem, sum var grønlandsmálaráðharri frá 1982 til 1987, hóttir við at stevna Múte B. Egede, fyrrverandi landsstýrisformann, fyri ærumeiðing og bakbit.

Orsøkin er, at Múte B. Egede hevur kallað snyrilsmálið fólkadráp.

Hetta skrivar Politiken.

 

Tom Høyem. (Mynd: Ritzau Scanpix/Kristeligt Dagblad)

 

Tom Høyem hevur oftari enn eina ferð sagt, at hann veit einki um snyrilssmálið, hóast tað var í hansara ráðharratíð.

Hann ætlar at stevna, tí hann heldur, hann hevur skyldu til at verja starvsfólkini í Grønlandsmálaráðnum.

Tom Høyem er einasti grønlandsmálaráðharri, sum er á lívi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659