Trý fólk skuldsett fyri at stjala rúsdrekka á skeinkistaði

Trý fólk skuldsett fyri at stjala rúsdrekka á skeinkistaði
Í minsta lagi tíggju fløskur av sterkum og annað drekkandi var funnið á hotellkamarinum
Politiið fann tey trý fólkini, sum nú eru skuldsett fyri at stjala.
 
21.10.2025 - 08:47

Politiið hevur skuldsett trý fólk fyri at stjala rúsdrekka á einum skeinkistaði í Havn.

Politiiið hevði fyrst sambandi við fólkini, tí tey høvdu skrivað seg inn í eitt kamar á einum hotelli í Havn.

Men tað vísti seg at vera ein misskjiling, tí tann, sum hevði leigað kamarið, hevði givið teimum loyvi at vera har.

Poliitið koyrdi tó fólkini í miðbýin.

 

Innbrot

Av tí at nógv rúsdrekka var í kamarinum, spurdi politiið tey, sum skeinkja, um innbrot hevði verið. Og so var. Innbrot hevði verið á einum skeinkistaði. 

Har vóru minst tíggju fløskur av sterkum tiknar umframt annað drekkandi.

Politiið fann tey trý fólkini, sum nú eru skuldsett fyri at stjala. Onkur játtar seg sekan, onkur ikki.

Eftir avhoyringar vóru fólkini latin leys.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786