Ákærdur fyri at hava samlegu við gentu undir 15 ár

Ákærdur fyri at hava samlegu við gentu undir 15 ár
Ákærdi maðurin játtar seg sekan. Hann er ikki ákærdur fyri at noyða gentuna til samlegu
Gentan var stívliga 14 ár, tá samlegan ella samlegurnar var ella vóru, stendur í ákæruritinum. (Savnsmynd)
 
10.11.2025 - 10:36

Ein maður er ákærdur fyri at hava havt samlegu við gentu, sum var yngri enn 15 ár.

Tað skal, sambært ákæruritinum, vera hent minst eina ferð í juli 2022.

Maðurin, sum er føddur í 2001, játtar seg sekan.

Hann er ikki ákærdur fyri at noyða gentuna til samlegu. 

Men sama, um samlegan er sjálvboðin, er revsivert at hava samlegu við fólk, sum eru yngri enn 15 ár. 

Gentan var stívliga 14 ár, tá samlegan ella samlegurnar var ella vóru. Hon er fødd í 2007.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329