
Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur

Munurin á kostnaðinum millum leiðina úr Djúpadali til Sandvíkar og leiðina úr Traðardali til Sandvíkar er 100 milliónir og ikki ein hálv milliard.
Tað sigur Landsverk í hoyringarskrivi til lógaruppskotið um Suðuroyartunniln, sum hevur verið til hoyringar.
Landsverk læt fríggjadagin sínar viðmerkingar til lógina um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnils- og vegakervum
Í rættaðari prísmeting og kost-nyttu kanning fyri tunnilsleiðina úr Traðardali samanborið við leiðina úr Djúpadali, vísir Landsverk á, at kostnaðarmunurin millum loysnirnar báðar er lutfalsliga lítil.
Munurin er, sambært Landsverki, 105 milliónir krónur ella tvey prosent.
Óvissur kunnu broyta
Og hesin munur upp á tvey prosent kann lættliga broytast við teimum óvissum, sum framvegis eru í verkætlanini, sigur Landsverk eisini. Tí eigur munurin á kostnaðinum ikki einsamallur at verða nýttur sum grundarlag fyri støðutakan.
Onnur atlit mugu eisini takast við, eitt nú at sleppa undan eyka ferðslu gjøgnum Sands bygd, at verja náttúruna í Djúpadali og at spara ferðingartíð hjá suðuroyingum.
Landsverk skrivar, at kost-nyttu greiningar hjá teimum vísa, at linjan úrTraðardali kann hava størri nyttu fyri samfelagsbúskapin, enn linjan úr Djúpadali.
Við nýggju kostnaðarmetingini hevur Landsverk gjørt nýggja kost-nyttu greining, sum vísir, at tunnilsleiðin úr Traðardali gevur eitt hall uppá 676 milliónir, meðan Djúpidalur gevur eitt hall upp á góðar 892 milliónir
Landsverk hevur áður gjørt eina trýstroynd av kostnaðarmetingini hjá tunnilsfelagnum, sum bendir á, at kostnaðarmetingarnar eru ov lágar.
Eisini Kasper Nordmelan, sum gjørdi eina óhefta eftirkanning fyri Suðuroyartunnilin, sigur í síni frágreiðing, at kostnaðarmetingin hjá Norconsult, sum er ráðgevi hjá tunnilsfelagnum, ikki livir upp til vanligt háttalag, og helst er ov lágt sett.
Fleiri ivamál ikki nóg væl lýst
Landsverk skrivar eisini í hoyringarsvari sínum, at fyrireikingarnar til verkætlanina veita ikki nóg gott grundarlag at taka støðu út frá, og fleiri ivamál eru framvegis, ið ikki eru nóg væl lýst í lógaruppskotinum.
Fyrireikingarbeiðini, sum framvegis vanta, eru sambært Landsverki millum annað jarðfrøðiligar frágreiðingar, vegalinjur á Sandi og nøktandi trygdarstrategi, eins og myndugleikauppgávan framvegis er ógreið.
Eingin nýggj jarðfrøðilig frágreiðing fyri verkætlanina er til taks, og hetta er ein av týdningarmestu kanningunum fyri tunnilsgerðina.
Verkætlanin byggir framvegis á innleiðandi kanningarnar frá 2021, og Landsverk heldur, at Jarðfeingi eigur at gera sínar kanningar lidnar, áðrenn endalig støða verður tikin til verkætlanina.
Jarðfrøðin kann geva avbjóðingar, og hetta er ein váði, sum eigur at verða kannaður nærri.
Eingin trygdarkanning við tunli til Skúvoyar
Eisini verður víst á, at ein nøktandi trygdarstrategi fyri verkætlanina vantar. Til dømis er eingin trygdarkanning gjørd fyri tunnilsleiðina við tunli til Skúvoyar.
Ein samlað trygdarkanning eigur at verða gjørd av óheftum ráðgeva, har ymiskar trygdarloysnir verða kannaðar.
Trygdin kann hava ávirkan á val av tunnilsleið, og eigur tí at verða staðfest, áðrenn farið verður víðari við verkætlanini, skrivar Landsverk.
Sambært tunnilsdirektivinum frá 2024 eru trygdarrúm ikki góðkend í Evropa. Direktivið kom eftir stórar eldsbrunar um aldarskiftið, tá tey vórðu mett at vera ótrygg.
Landsverk heldur tí, at trygdarrúmini eiga at verða lýst betur og vera í samsvari við eina yvirskipaða trygdarstrategi, sum verður gjørd av óheftum trygdarráðgeva.
Samanumtikið metir Landsverk, at í tilfarinum eru framvegis størri óvissur, sum eiga at verða kannaðar nærri.
Lógaruppskotið um at fyrireika, prosjektera og bjóða út arbeiðið at gera ein Suðuroyartunnil varð sent til hoyringar 31. oktobur. Hoyringsfreistin var tvær vikur, og sett til fríggjadagin 14. novembur.