Kreppuárini miklu er heitið á nýggjari útvarpsrøð

Kreppuárini miklu er heitið á nýggjari útvarpsrøð
Eftir tey brølandi 20-kom tann stóra depressiónin í 1930-árunum. Og talan var um eina veruliga heimskreppu, sum merktist allastaðni - og eisini í Føroyum
 

Í sjey sendingum viðgera og umrøða vit 1930-árini, og tað er bæði í altjóða og føroyskum høpi.

Í fyrstu sendingini umrøða vit orsøkirnar til skrædlið á Wall Street á heysti í 1929 og hvussu tað ávirkaði heimin í 1930-árunum. Eitt nú legði hendan kreppan lunnar til at nazistarnir við Adolf Hitler á odda fingu valdið í Týsklandi.

Hitler brúkti eisini skitin vápn fyri at koma til valdið. Eitt nú er nógv, sum bendi á, at tað vóru nazistarnir sjálvir, sum settu eld á týska Ríkisdagin í 1933, og síðani góvu kommunistunum skylduna. Tað tók eisini stutta tíð, so var Týskland farið frá at vera eitt demokrati til einaveldi. Skjótt var bara ein politiskur flokkur loyvdur og eftir at Hindenburg var deyður, vóru størvini sum ríkisforseti og ríkiskanslari niðurløgd og savnaði undir einum hjá Hitler, sum nú nevndi seg føraran. Og samstundis var persónliga frælsið skerst munandi

Í 1936 var Týskland vertir fyri Olympisku Summarleikirnar, sum vóru hildnir í Berlin. Nazistarnir gjørdu nógv burtur úr og vildi brúka høvið til at visa Týskland sum eitt stórsligið og vælvirkandi samfelag, samstundis sum nazistarnir eisini løgdu seg eftir at vísa at tann ariska rasan var tann sterkasta, og sostatt gjørdist OL eisini eitt stríð millum rasurnar.
Týskland vann Olympisku Summarleikirnar við 33 gullmerkjum, 26 silvur og 30 bronsu. Men tað hóvaði ikki Hitler, at amerikanarin, Jesse Owens, ið var littur, vann heili fýra gullmerki.

Eisini umrøða vit hví tey sameindu londini, sum vunnu fyrra heimskríggj, loyvdu Hitler at taka so víðgongd stig, áðrenn Ongland og Frakland fráboðaðu, at tey í september 1939 vóru farin í kríggj móti Týsklandi.

Hesar og aðrar spurningar viðgera vit saman við Hans Andriasi Sølvará, professara í søgu, og Johnny í Grótinum, ið er búskaparfrøðingur og formaður í búskaparráðnum.

Eisini verður nomið við støðuna í Spania, Italia og Portugal, har ið fascistarnir sótu við ella tóku valdið í 1930-árunum.

 

Göring át wienarbreyð í stórum nøgdum

Í juli 1938, samstundis sum Týskland vápnadubbar og fyrireikar seg til at hertaka Sudeterlandið, heldur feltmarsskálkurin Hermann Göring summarfrí í Danmark – og hetta fer fram umborð á stuttleikabátinum “Carin II”.

Eitt nú sær Göring Hamlet, ið verður spældur á Kronborg. Eisini hava danir á orðið risastóra innkeypi hjá Göring av donskum wienarbreyði.


Spanska borgarakríggið

Støðan í Spania í 1930-árunum var merkt av ófriði, gøtubardøgum, verkføllum og borgarakríggi. Og hetta hevði eisini við sær, at Føroyar gavst við at selja spaniólum fisk, tá teir sum frálíður ikki megnaðu at rinda fyri hann.

Frá 1923 til 1930 var tað ein hernaðarstjórn, ið við harðari hond og við einaræðisharranum Primo de Rivera á odda, stýrdi Spania – og hetta var gjørt í semju við spanska kongin, Alfons hin 13. – og júst hetta forstáilsi millum kongin og hernaðarstjórnina kostaði honum trúnuna í 1931, tá ein nýggj republikansk-demokratisk stýrisskipan varð sett í gildi, ið eitt nú hevði við sær, at kvinnur fingu valrætt.

Eftir at Alfonso hin 13. hevði lagt kongin á vári 1931, skipaði sosialisturin Alcala Zamora eina republikanska stjórn. Og í desember 1931 varð Zamora valdur til forseta. Hesi fyrstu árini vóru tað vinstaflokkarnir, ið høvdu valdið. Teir skildu statin frá kirkjuni og royna at avmarka afturhaldssinnaða valdið hjá katólsku kirkjuni í Spania, samstundis sum stjórnin eisini setti sær fyri at umskipa jarðarlógina.

Men trupult var at semjast, og á parlamentsvalinum í november 1933 fingu høgraflokkarnir 44 prosent av atkvøðunum. Og ein mánað seinri varð landið sett í undantaksstøðu orsakað av anarkistiskum uppreisturi.

Av ótta fyri at fascistarnir fóru at taka valdið, savnaðust teir republikansku flokkarnir nú í einum fólkafronti.

Valsigurin hjá Fólkafrontinum, ið telur republikanarar, sosialistar og kommunistar, á spanska parlamentsvalinum 16. februar 1936 og tilnevningin av Manuel de Azäna, ið var á vinstraveinginum, til forseta 10. mai, hevði við sær ógvusligan harðskap frá bæði tí víðgongda høgra- og vinstraveinginum, ið ikki hildu seg aftur við at gera av við politisk mótstøðufólk.

Morðið á tann konservativa politikkarin, José Calvo Sotelo, á sumri 1936, gjørdist eisini startskotið til at Francisco Franco, generalur, setti gongd á ein hernaðaruppreistur í Sponskum Marokko, har hann fekk undirtøku frá høvuðspartinum av herinum. Ófriðurin breiddi seg í juli til alt landið, og uppreistrarmenninir hjá Franco fingu næstu mánaðirnar tamarhald á bæði tí sunnara og vestara partinum av Spania, meðan kvettroyndin miseydnaðist í stórbýum sum Madrid og Barcelona. Hetta komst av, at arbeiðarar, hermenn og løgregla stóðu saman móti heryvirmonnunum hjá Franco.

Men sonevndi “juli-uppreisturin” gjørdist byrjanin til spanska borgarakríggið, ið vardi frá 1936 til 1939.

Kreppuárini mikli, 1. partur, verður sendur í dag klokkan 17:05 umframt at sendingin kann hoyrast á heimasíðu kringvarpsins nú.

1778391

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039