HM25: Rakul "The Wall" Wardum í heimsflokki í søguliga sigrinum á Spania

HM25: Rakul "The Wall" Wardum í heimsflokki í søguliga sigrinum á Spania
Føroyar komu flúgvandi út til seinna hálvleik eftir ein óruddiligan fyrra hálvleik. Og tað var múrurin í málinum, Rakul "The Wall" Wardum, ið vísti vegin í sigrinum á Spania
Mynd: Jure Erzen / kolektiff  
 
28.11.2025 - 20:27

Føroysku hondbóltskvinurnar hava skrivað søgu við 27-25 sigrinum á Spania til HM-endaspælið í Hollandi og Týsklandi. 

Hetta er fyrstu ferð, at eitt vaksnamannalandslið vinnur ein dyst til eitt HM-endaspæl. 

Serliga ein leikari gjørdist avgerandi. 

 

Múrurin í málinum

Rakul "The Wall" Wardum vísti málmansspæl í heimsflokki í seinna hálvleiki við einari framúrskarandi bjarging fyri og aðrari eftir. 

Hon brúkti armarnar, beinini, føturnar, hendurnar og restina av kroppinum at bjarga við, og sjálvt tá sponsku leikararnir skuldu vera smartir og royndu at lobba upp um hana, so var hon klár. 

Áðrenn nakar varnaðist, so hevði Føroyar vent eina spanska trý máls leiðslu í hálvleikinum um til eina føroyska tvey máls leiðslu. 

 

Egholm-systranar 

Maria Nólsoy var eyðsýnd á høgra bakki, og Jana Mittún gandaði við flottum innspælum inn á strikuna. Og so var tað verjuskansin, borgin Brandborg, ið saman við Lív Zacharisen bardust sum úlvar av skóg fyri at steðga sponsku heimsstjørnunum. 

Tíverri blivu leikararnir við at misbrúka góðar møguleikar, sum lovaðu spaniónlum innaftur í dystin. 

Serliga á høgra vongi var so eiðasørt hjá Lív Poulsen, men tá hin blaðunga Karin Egolm koma á vøllin í 45. minutti og skoraði, so bragdaði

Og tá stórasysturin hjá Karini, Elsa, eisini kom á vøllin og skoraði tvey avgerandi mál, so var størsta úrslit í føroyskum liðítrótti brádliga veruleiki. 

 

Føroyar høvdu vunnu móti hondbólts-stórtjóðini Spania við ein HM-endaspæl.

So segði hann: "Hvør skuldi trúð tí."

 

HAGTØL FRÁ DYSTINUM KUNNU SÍGGJAST HER. 

 

Spania - Føroyar 25-27 (11-14)

Málskjúttar
Pernille Brandenborg 100% 7/7
Jana Mittún 67% 6/8
Súna Hansen 50% 4/8
Maria Nólsoy 75% 3/4
Rannvá Olsen 100% 2/2
Elsa Egholm 67% 2/3
Karin Egholm 100% 1/1
Lív Zachariasen 50% 1/2
Bjarta Johansen 33% 1/3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 0% 0/3
Marita Mortensen
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe
Maria Halsdóttir Weyhe
Vár B. Zachariasen

Málverjar
Rakul Wardum 15/38 39%
Gylta á Neystabø 0/1 0%

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980