Føroyar hanga í Serbia

Føroyar hanga í Serbia
Møðin byrjar at síggja á føroysku leikarunum, tí alsamt fleiri feilir síggjast, so tær hava ilt við at hanga í serbiska liðnum. 16-14 í hálvleiki
Mynd: Anze Malovrh / kolektiff  
 
04.12.2025 - 15:35

Hálvleiksstøðan í øðrum dystinum í HM-miðumfarinum millum Serbia og Føroyar er 16-14. 

Føroysku hondbóltskvinnurnar fylgdu væl við teimum serbisku í byrjanin av øðrum dystinum í HM-miðumfarin í Dortmund. 

Men tá átta minuttir vóru spældir, so byrjaði Serbia at draga frá.

 

Brenna og tekniskar villur

Hetta hekk saman við, at føroysku leikararnir byrjaðu at brenna og gera tekniskar villur.

Tað fyrra hevur verið trølsligi føroyski veikleikin í allar kappingini. Tað seinna er nokk eitt tekin uppá, at møðin byrjar at spæla okkara eitt puss.

Serliga Jana Mittún ger feilir, ið vit ikki síggja hana gera vanliga.

 

Tveir steðgir

Júst sum at dysturin var við at gleppa Føroyum ordiliga av hondum, so fóru dómararnir tvær reisur út at kanna málmyndatólini, tí ivamál var, um bólturin var innanfyri. Hóast báðar støðurnar gingu Føroyum ímóti, so vóru hetta tveir steðgir, ið góvu føroysku leikarunum kærkomna luft, so tær onkursvegna fingu fatur í dystinum aftur. 

Lítil og eingin munur er á føroysku og serbisku leikarum, tá vit hugsa um hondbóltsførleikar. Munurin er støddin, tyngdin og royndirnar hjá leikarunum. Og so er breiddin á føroyska liðnum ikki tann saman sum hjá serbum. 

Hjá Føroyum hongur alt á trimum leikarum, Janu Mittún, Súnu Hansen og Pernille Brandenborg. Tørvur er á, at Maria Nólsoy tekur størri ábyrgd, tí hon tykist vera lykilin til, at Føroyar kunnu sifta Serbia. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. apríl
At tora er at gera
206966
Mánadag 13. apríl
Morgunlestur mánadagur 13.apríl 2026
206919
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 13. apríl
Veðrið
206994
Mánadag 13. apríl
Tíðindafundur: Landsstýrið verður sett
206990
Mánadag 13. apríl
KAKUMiKS 2 (4:7) - teknmálstulkað
206978
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941