Skulu fáa eftirlønarsamansparing útgoldna fyrr

Skulu fáa eftirlønarsamansparing útgoldna fyrr
Fólk, sum hava framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu í 2026 hava 106.000 kr. í árligari inntøku, áðrenn pensjónin lækkar
Skotið verður upp, at tey, sum fáa framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu byrja eftirlønarútgjald trý ár fyri galdandi fólkapensjónsaldur. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.12.2025 - 09:42

Fólk, sum fáa framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, eiga at kunna byrja útgjald av eftirlønarsamansparing, áðrenn tey koma í fólkapensjónsaldur.

Tað hevur Fíggjarmálaráðið gjørt uppskot um.

Uppskotið er, at hesi fólk kunnu byrja eftirlønarútgjald trý ár fyri galdandi fólkapensjónsaldur. 

Tað fer ikki at loysa seg hjá øllum at fáa pensjónssamansparingina útgoldna, sigur Fíggjarmálaráðið.

Tí noyðist hvør einstakur at gera av, um tikið verður av nýggja møguleikanum. 

Fólk, sum hava framskundaða pensjón ella fyritíðarpensjón, kunnu í 2026 hava 106.000 kr. í árligari inntøku, áðrenn pensjónin lækkar. 

Lógarbroytingin skal koma í gildi 1. mars næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847