Nótaskip: Avtalan skapar óvissu um sildafiskiskapin í heyst

Nótaskip: Avtalan skapar óvissu um sildafiskiskapin í heyst
Fiskiveiðiavtalan við Ísland er bara galdandi til 1. august, men føroysk skip fiska vanliga ikki sildakvotuna í íslendskum sjógvi fyrr enn um heystið
Gøtunes er eitt av uppsjóvarskipunum. Av tí at fiskiveiðiavtalan við Ísland í ár fyribils bara er galdandi til 1. august, er óvist, hvussu verður við føroyska sildafiskiskapinum í íslendskum sjógvi í heyst.
 
14.01.2026 - 12:20

Tað hevði verið betri, um fiskiveiðiavtalan við Ísland var galdandi fyri alt árið.

Tað sigur stjórin í Felagnum Nótaskip, sum vísir á, at ein avtala fyri sjey mánaðir skapar óvissu um føroyska sildafiskiskapin í íslendskum sjógvi í heyst.

 

Páll Holm Johannesen. 

 

Fiskiveiðiavtalan millum Føroyar og Ísland, sum var undirskrivað í gjár, er bara galdandi til 1. august. 

Og sildakvotan hjá føroysku skipunum verður vanliga fiskað um heystið - í íslendskum sjógvi.

Páll Holm Johannesen setur sítt álit á, at landsstýrið eisini ger tað, sum var fráboðað í gjár - tað er at fáa eina fiskiveiðiavtalu við Ísland fyri 2027, áðrenn avtalan fyri 2026 fer úr gildi 1.august í ár.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14012026_Pall

 


Við fiskiveiðiavtaluni kunnu føroysk skip fiska 5.600 tons av botnfiski, harav 2.400 tons av toski og 400 tons av brosmu, í íslendskum sjógvi. Eisini sleppa føroysk skip at fiska lodnu í íslendskum sjógvi. Íslendsk skip kunnu fiska 1.300 tons av makreli í føroyskum sjógvi. Haraftrat kunnu londini fiska svartkjaft og norðhavssild í sjóøkinum hjá hvørjum øðrum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604