"...Then we take Berlin!"

bannari
"...Then we take Berlin!"
Vikan í týska høvuðsstaðnum, tá Føroyar fingu sín elddóp í einum stórum endaspæli fyri A-landslið, savnaði og sjóðaði saman føroyingar sum kanska ongantíð fyrr
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
14.01.2026 - 19:00

Suni Merkistein hevur í fleiri ár verið frásøgumaður í Kringvarpi Føroya, tá føroyska manshondbóltslandsliðið hevur spælt.

Í Berlin leiddu Suni og viðmerkjarin Ingi Olsen føroyingar gjøgnum teir tríggjar spennandi dystirnar hjá Føroyum. 

Í hesari grein hugleiðir frásøgumaðurin um minniligu januar-dagarnar í Berlin 2024. 

Greinin hevur frammanundan staðið í blaðnum Atlantic Review.

 

Útsýnið er einastandandi av ovastu rók í risastóru leikhøllini Mercedez Benz Arena í Berlin.

Vit báðir Ingi Olsen sita har millum allar hinar frásøgumenninar og skrivandi journalistarnar. Starvsfelagar mínar síggi eg heilt niðri á gólvinum við vøllin: fotografurin Ragnar A. Jacobsen og reportarin Jógvan Skeel Nolsøe. 

Høllin kókar longu. Haðani vit sita í erva sæst út yvir ovurstóru fjøldina av føroyskum áskoðarum. Tey eru so eyðkend í hvíta leikbúnanum hjá føroyska landsliðnum, sum flest øll hava útvegað sær. Allastaðni veittrar Merkið. 

 

Á stóru videokanónini uppi undir takinum síggjast í heilum nærmyndir av kátum føroyskum áskoðarum. Tónleikurin dunar, so at tað valla hoyrist mannamál. Sweet Caroline, sum brádliga tagnar mitt í niðurlagnum, so at áskoðarar í felag taka á acapella: oh, oh, oh, til tónleikurin aftur dunar út í ovurstóru hátalarnar undir loftinum. 

Hýrurin er støðugt uppgangandi. Bróðirparturin av føroysku áskoðarunum - í hvussu er yngri parturin - hevur hitað upp í Kreuzberg Festsaal. Har hava Eyðun og Terji undirhildið fyri teimum vaksnu, meðan lívligu rapparnir í bólkinum RSP fingu lív í ungdómin. Haðani fóru so øll til gongu yvir í leikhøllina í eini næstan endaleysari røð gjøgnum Berlin bý.

Úr dagbókini, ið skrivað varð til henda dagin, og borin var fram í útvarpi og á heimasíðu Kringvarpsins henda morgunin, taka vit hetta brotið:

 

Hósdagur, 11. januar 2024 (Fyri Slovenia-dystin)

Dagurin í dag er ítróttarsøgulig stórhending í Føroyum. Fleiri undrast, at Føroyar eru við, tí vit eru minsta land, sum nakrantíð hevur spælt seg í eitt EM-endaspæl fyri vaksin.

Vit spæla móti Slovenia, sum hevur stolta hondbóltssøgu. Fyri fýra árum síðan mundu teir komið í finaluna, men snávaðu í hálvfinaluni. Slovenia hevur eisini verið í tveimum HM-hálvfinalum í nýggjari tíð - í 2017 og 2013 - og í 2004 vóru teir í EM-finaluni.

Føroysku hondbóltsdreingirnir eru tí av álvara komnir upp á Stórapall. Og á toppinum er kalt og náðileyst. Men einki lið í EM-stevnuni fær so dyggan stuðul heimanífrá sum Føroyar. Her eru tey errin um, at fleiri enn 50.000 týskarar savnaðust um heimaliðið í setanardystinum í gjárkvøldið, men søgan um, at útivið 10 prosent av øllum, sum í Føroyum búgva, eru komin til Berlin at taka á við sínum liði, slær øll met - og vekir ans.

Føroyingar hava hertikið Berlin. Í hvørjum gistingarhúsi í býnum finnur tú ein landsmann. Loftbrúgvin úr Føroyum til Berlin í hesi vikuni man vera eindømi. Umframt heimaføroyingarnar, koma eisini útisetar mannsterkir higar. Tey, ið frætta um hesa útrás, eru ovfarin, og hugsa kanska, at hetta er sjáldsamt fyribrigdi, ið ber á brá at líkjast eini serstakari, mentanarligari diaspora.

 

Niðurteljing

Inni í Mercedes-høllini heldur serstaki hallarfrásøgumaðurin grýtuni á kóki. Sum ein dugnaligur plátuvendari og undirhaldari í senn, vindur hann alt upp í skúm í eini stigvísari niðurteljing til at sjálvur dysturin byrjar. Sum eitt brúsandi crescendo dundra Danny & the Veetos út í salin við sanginum Alright. Nú livir allur salurin við. Føroyingar syngja algoystir við.

Nú styttist til at spælararnir koma á vøllin. Ljósið í høllini verður næstan sløkt. Úr videokanónini undan loftinum bera liðskipararnir fram eina fairplay-heilsan á sínum móðurmáli. Føroyskur liðskipari er danin Peter Krogh, men hann tekur øll á bóli við at bera fram føroyska tekstin bæði raðið og lýtaleyst. Føroysku áskoðararnir fagna honum við lógvabrestum. 

Spælararnir standa nú til reiðar at koma inn á vøllin. Fyrst síggja vit teir í filmsupptøku á stórskíggjanum undir loftinum í tilgjørdari støðu, sum vóru teir longu vanir við leiklutin sum týðandi sjónleikararar í undirhaldsvinnuni. Samstundis kallar hallarfrásøgumaðurin teir inn á vøllin. Í einari ljósglæmu í myrku høllini síggjast teir koma rennandi inn, hvør eftir annan. 

Og nú koma tjóðsangirnir. Øll reisast. Tá ið "Tú alfagra land mítt" ljómar úr hátalaraútbúnaðinum og stóra mannfjøldin tekur á at syngja, er tað, sum fer tað tær kalt niður eftir bakinum. Øll eru paff. Útivið 5000 fólk manna kórið, sum syngur av heitum hjarta. Til endans verður tónleikurin doydur av føroyska Berlin-kórinum. Einki eyga er turt í høllini.

 

Úr dagbókini:

Fríggjadagur 12. januar 2024 (Eftir Slovenia-dystin)

Føroyska manshondbóltslandsliðið og allur hin stóri og trúfasti skarin av viðhaldsfólki, er vorðin ein sjáldsama sterk symbiosa. 

Eingin veit fyri vist, hvussu nógvir føroyingar eru staddir í Berlin. Onkur sigur 4.000, onnur halda, at tað heldur man tátta í 5.000. Einasta fordømi um slíka sameining og samanhald, íbirt av ítrótti, man vera fótbóltsfepurin, ið vaknaði eftir byrjanina í altjóða fótbólti í 1990.

Eingin av øllum 4.- ella 5.000 føroyingunum í risastóru Mercedes Benz Arena í gjárkvøldið iðrar seg um, at hann var hjástaddur, og hevur sett seg fyri ferðini til Týsklands. Vit taptu, gaman í, vit spældu ei heldur okkara besta dyst, kortini var hetta ein løta so stórbær, næstan óverulig, at tú av røttum kendi søgunnar veingjasuð bera við teg. 

 

Sum frá leið gjørdist øllum greitt, at føroysku dreingirnir vóru hálvavegna í ferð við at vinna okkara frumdyst í einum stórum meistaraskapi. Vit høvdu Slovenia, sum var í hálvfinaluni fyri fýra árum síðani, á knøunum. Tað er ein sannroynd, tó at vit brendu í meira lagi, og gjørdu fleiri mistøk enn vant.

Spældu okkara dreingir ein lýtaleysan dyst, ella okkurt sum líkist tí, so vunnu teir. So lítið restaði í. Sensasjónin lúrdi, kalvin var hálvur innanborða, men vit mistu á stokkinum. 

Ein góðan dag, so vinna vit - eisini í dysti í einum stórum endaspæli. Tað fingu vit staðfest. Hetta er bara byrjanin. Føroyingar tykjast ongan at firnast, hvørki áskoðarar og enn minni spælarar. Eitt nývunnið framfýsni tykist loga í føroyskum hjørtum í týska vetrarkuldanum.

Alt ber brádliga til. Undirsjóvartunlar er hvat tað er, nú gera føroyingar eisini loftbrúgvar bæði til New York og Berlin. Sum gav sjálvur Leonard Cohen okkum íblásturin: first we take Manhatten, then we take Berlin.

 

Minniliga leygarkvøldið

Onkur løta er, at tú hálvavegna øvundar øllum hinum føroyingunum í Berlin. Tey eru komin hagar at taka sær av løttum sum ferðafólk. Tú ert afturímóti til arbeiðis hvønn dag, og fær tí ikki stuttleika tær sum hini. 

Vit miðlamenn eru í einum umhvørvi fyri okkum sjálvar. Har, ið vit búgva, eru fáir føroyingar. Og har fáa vit góðir náðir at hugsavna okkum um arbeiðið. Tað má koma í fremstu røð sum vera man.

Vit búgva høgligt; beint áraka Mercedes Benz Arena. Á stóra torginum framman fyri risastóru høllini er stórt úrval av góðum matstovum. Hagar leita vit okkum eftir dagsins gerning at fáa okkum mettuna. Hin indiska var oftast vitjað.

Vit báðir Ingi sita aftur spentir uppi í hæddunum í høllini millum aðrar frásøgumenn. Beint aftan fyri okkum sita frásøgumenninir hjá NRK-útvarpinum, Patrick Sten Rowlands og viðmerkjarin Håvard Tvedten, fyrrverandi stórleikari á norska landsliðnum.

Ingi og Håvard hava spælt landsdyst hvør móti øðrum í EM-undankapping í Føroyum fyri nett tjúgu árum síðani. 10. januar 2004 vann Norra 37-24 á Føroyum í høllini á Hálsi í Havn, nú skriva vit 13. januar 2024. Norski frásøgumaðurin ger viðtal við Inga stutt fyri dystin.

Dysturin móti Noregi var spældur seinni á degi enn dystirnir móti Slovenia og Póllandi. Byrjað var ikki fyrr enn klokkan 20:30 - í Føroyum var klokkan 19:30. Áhugin var ovurstórur heima í Føroyum, og Kringvarpið kundi seinni boða frá hyggjarameti. 

 

Slakar tveir tímar seinni eru øll á gosi. Bragdið er útint, sensasjónin er veruleiki. NRK-menninir taka í hondina á mær og Inga og ynskja tillukku. Eftir Slovenia-dystin var niðurstøða teirra: imponerende, nú var tað utroligt!

Hóast klokkuni gongur móti ellivu á kvøldi, er arbeiðsdagurin ikki lokin fyri tað. Tekstur skal skrivast og sendast heim, tí serstaka heimasíðan, ið gjørd var til EM-endaspælið, kravdi sítt. Náttin gjørdist mær møtimikil. Meðan føroyingar í Berlin hildu sær at gleimi, sat eg uppi í hotelkamarinum og arbeiddi. Javnan klikti í telefonini við fráboðanum og stuttfilmum frá ólavsøkuni inni í risastóra Park Inn Radisson gistingarhúsinum á Alexander-plássi í miðbýnum í Berlin.

Sjálvur sat eg við telduna á lítla skriviborðinum og setti saman frá hesum serstaka kvøldi hugleiðingar, ið varpast skuldu heim sum upplestur og tekstur til morgunin eftir. Úr útvarpslurtinum úr telduni veitti Jákup Magnussen hugnan úr Plátubarrini í Sortudíki. Tað gjørdist uggin móti einseminum og verndin móti freistingini bara at sleppa øllum og halda inn á Alexanderpláss og í stóra føroyska ballið, sum har var til tann ljósa morgun.

Mær rann í huga frásøgnina hjá Jørgen-Frantz Jacobsen um hina stóru festnáttina inni á Regensen, tá ið hann seingjarliggjandi á kamari sínum hoyrdi allan veitslurómin úr salinum og uttan úr garðinum, sum hann ikki fekk lut í, men kortini kendi seg vera part av - so ella so.

 

Sunnunáttina til 14. januar 2024 sat eg einsamallur í kamari 121 á Holiday Inn nærindis Mercedes Benz Arena og skrivaði hesa frásøgnina:

 

Úr dagbókini:

Sunnudagur 14. januar 2024 (Eftir Norra-dystin)

Viðhvørt røkka orð ikki til. Tá ið ein løta verður so serstøk, at hon ber við alt kensluraðið, broytist okkurt innan í okkum. Summi fara at veipa og gerast mælsk, onnur verða meira tigandi og grundandi, og uppaftur onnur gerast sinnisrørd og vilja tára.

Tá ið 5000 føroyingar sita saman uttanlands hendir okkurt við okkum. Ein felagskensla vaknar, sum vit ikki ganga við til gerandis. Og tá ið so stór mannfjøld verður hurlað upp í eina kollektiva massasuggestión - eina hóphugtøling - tá skifta vit ham og gerast øðrvísi, sum í einum rúsi.

Í slíkari løtu samfrøast øll tvørtur um mørk. Summi hálvfevnast, tó at tey bara so dánt vita av hvør øðrum. Sóust tey í Føroyum, hevði tað verið eitt nikk ella góðan dag, men ikki annað enn tað. Nú vórðu allir munir og allar ósemjur strikaðar, øll vóru sum eitt.

 

Øll vórðu vit sjónarváttar til eitt hugtakandi drama. Vit fingu alt. Eisini søguna um Dávid og Goliath. Sjálvur dysturin hevur allar litir og stemningar. Tú fært tað ráa og ljóta, men eisini tað vakra og eleganta. Í verjuni er næstan bardagi, í álopsspælinum kanst tú síggja finessir, ið hevja spælið upp í tað sublima.

Vit fingu ævintýrið. Vit hildu tørn móti einari heimstjóð í hondbólti. Vit vóru teimum javnlíkar í øllum lutum í spælinum. Tað kendist óveruligt - og stórbært.

Vit fingu dramaið. Tá ið tað til endans tók at dragna, og tap sýntist vera í hendi, hendi tað ótrúliga. Best sum allar vónir tóktust brostnar, sporðreistust ungu føroyingarnir. Teir hava bæði sinnisligt og likamligt yvirskot til eitt seinasta hirs. Teir eiga eldin í sær. Allir. Eingin leggur árarnar inn. Í staðin settu teir á ein rimmar spurt.

Norðmenn vóru skakaðir og mistu tráðin.

Omaná dramaið fingu vit loksins eisini stóra klimaksið - og forloysingina. Tað breyt í bæði borð seinastu tíggju sekundini. Brádliga fær Elias bóltin av liðfelagnum í Kiel, Harald Reinkind, sum hann vanliga hevur kamar saman við, tá ferðast verður til útidystir. Reinkind gøllheldur Eliasi, og dómararnir døma brotskast. Fimm sekund eftir. Uttan at himprast setur Elias bóltin í netið hjá Torbjørn Bergerud til 26-26, og so er tíðin farin.

 

Sensasjónin er veruleiki. Smáu Føroyar hava skakað altjóða hondbóltsheimin í sínum fyrsta stóra endaspæli.

Teir 5000 føroyingarnir í Berlin, og allir heimaføroyingar við, fara helst seint at gloyma hesa løtuna. Ei heldur náttina - hesa minniligu leygarnáttina í Berlin. Á stóra Radisson-gistingarhúsinum inni á Alexanderplássi, har flestu føroyingarnir búgva, var øgiligur rómur til tann ljósa morgun, sangur og sjongur og skálan, rætt sum á ólavsøku.

Tað síðsta, ið hómaðist í firruni, tá ið blundurin nærkaðist í nátt, vóru føroyskar røddir á alfaravegi í Berlin. Og her - skamt eystanfyri Múrin, ið framvegis stendur uppi í einum ávísum strekki, hoyrdist runga út í náttina: Go west!  

Ikki er vist, at Múrurin veitti íblásturin til káta sjongin, heldur mundi tað vera nýggi hondbóltsfylkissangurin hjá Terja. Í einum ørindi verður trivið í 80-ara hittið hjá Pet Shop Boys, sum nú so festliga flættar ein av mongu hetjunum á føroyska manshondbóltslandsliðnum inn í eina nýtulking av sanginum.

Soleiðis sníkti Hákunardrongur seg inn í kámu løtuna millum vøku og svøvn.

 

Gerandisdagur aftur

At tað eftir javnleikin móti Norra í fullum álvara varð tosað um, at Føroyar vóru favorittar móti Póllandi í triðja og seinasta dystinum í okkara bólki, og at møguleiki var fyri, at Føroyar endaðu nummar tvey í bólkinum og fóru at vinna seg víðari í kappingini, er kanska besta dømið um, hvussu surrealistiskt alt var vorðið í Berlin. Pólland er stór hondbóltstjóð, sum hevur vunnið heiðursmerki bæði í OL og HM. 

Neyvan nakar av øllum føroysku fjepparunum í Berlin hevði lagt uppfyri, at føroyska ævintýrið fór at strekkja seg útum ta vikuna, ið dystirnir í bólkaspælinum skuldu avgreiðast í. Spurningurin er eisini, um føroysku áskoðararnir áttu meira eftir í tanganum, nú vikan var runnin. Eingin hevði gjørt seg út til at fara víðari til Hamburg eftir bólkaspælið. 

Dysturin móti Póllandi vísti kanska eisini, at trý ódnartøk eftir fáum døgum munnu merkjast hjá føroysku spælarunum, sum móti endanum á triðja dystinum sýntust heldur enn ikki lúgvaðir.

Øll vórðu vit helst útbrend eftir hesa sjáldsomu vikuna í Berlin. Eftir at vit tríggir Ragnar og Jógvan Skeel høvdu fingið okkum seinastu kvøldmáltíðina í indisku matstovuni á Stóratorgi við Mercedez Benz Arena hetta mánakvøldið, tørnaði eg inn uttan at hava skrivað seinastu frásøgnina til Góðan morgun Føroyar.

Eg vaknaði um sekstíðina morgunin eftir av óljóði uttanfyri av maskinum, ið gjørdu seg til at fara undir kavarudding. Eg fór upp, settist við telduborðið, og skrivaði seinasta kapitul av dagbókini, sum lisin var beinleiðis úr Berlin stutt eftir klokkan hálvgum átta:

 

Týsmorgun 16. januar 2024: 

Kavin kom í morgun í Berlin. Og nú fer hin fjølmenti skarin av føroyingum, ið her hevur verið staddur seinastu vikuna, at fyrireika sína heimferð. 

Føroyska landsliðnum eydnaðist ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í miðumfarið, men sigrað hava teir, og munnu standa sum størstu sigursharrarnir í kappingini higartil. Spælararnir og mongu áskoðararnir hava vakt ans sum einki annað lið, og vunnið hjørtuni á fólki víða hvar.

Tað var ein sensasjón, at vit vóru við - at tað so hevur gingist sum tað gekk, er komið óvart á allan hondbóltsheimin. Vit spæla tríggjar javnar og góðar dystir í okkara bólki. Vit tapa tepurt fyri Slovenia og Póllandi, og fingu dramatiska og minniliga javnleikin móti Noregi leygarkvøldið sum krúnuna á verkið.

 

Vit vóru Slovenia, Noregi og Póllandi javnlíkar í at kalla øllum lutum í spælinum. Tað er eitt bragd av okkara ungu og óroyndu manning.  Avgerandi fyri góðu úrslitini er eisini, at vit hava spælarar, sum veruliga gera mun á hægsta stigi. Í øllum trimum av okkara dystum áttu vit dagsins leikara. Ikki Slovenia, Noreg ella Pólland. Tvær ferðir fall hesin lutur Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í lut, og einaferð Hákun West av Teigum.

Spælararnir vórðu stórliga fagnaðir, tá teir stukku inn á gólvið til mongu føroysku áskoðararnar á Radisson-gistingarhúsinum á Aleksanderplássi í gjárkvøldi. Øll líkindi áttu at verið fyri, at føroyska manshondbóltslandsliðið fer at mennast og styrkna í komandi árum, tí miðalaldurin á spælarunum er lágur. 

Føroyar taptu 32-28 fyri Póllandi í gjár. Javnt gekk á allan dystin, men móti endanum glapp, og vit vóru ikki longur mentir at halda tørn. Nógv stóð á verjuni, sum ikki fekk tamarhald á pólska álopsspælinum og risanum Szyrpzak inni á strikuni.

EM-kappingin í Týsklandi heldur fram, men Føroyar eru farnar burtur úr saman við øðrum londum, nú liðini í endaspælinum eru farin at fækkast. Men føroyingar fara úr Týsklandi við fattum høvuðburði. 

Okkara fótaspor síggjast í morgunkavanum. 

We´ll meet again!


 
FAKTABOKS
11. januar 2024, Mercedez Benz Arena, Berlin
Føroyar - Slovenia 29 - 32 (13-13)
Málskjúttar: Hákun West av Teigum 9, Elias Ellefsen á Skipagøtu 9 (3), Teis Horn Rasmussen 3, Óli Mittún 2, Tróndur Mikkelsen 2, Vilhelm Poulsen 2, Leivur Mortensen 1, Rói Berg Hansen 1. 
Bjargingar: Pauli Jacobsen 27%, Nicolas Satchwell 14%.

13. januar 2024, Mercedes Benz Arena, Berlin
Føroyar - Noreg 26 - 26 (12-13)
Málskjúttar: Teis Horn Rasmussen 5, Elias Ellefsen á Skipagøtu 5 (2), Hákun West av Teigum 4, Óli Mittún 3, Rói Berg Hansen 3, Vilhelm Poulsen 3, Kjartan Johansen 1, Leivur Mortensen 1, Pætur Mikkjalsson 1. 
Bjargingar: Nicolas Satchwell 33%, Pauli Jacobsen 27%.

15. januar 2024, Mercedez Benz Arena, Berlin
Føroyar - Pólland 28 - 32 (15-15)
Málskjúttar: Hákun West av Teigum 10 (8), Elias Ellefsen á Skipagøtu 9, Rói Berg Hansen 2, Vilhelm Poulsen 2, Óli Mittún 2, Helgi Hoydal 1, Leivur Mortensen 1, Teis Horn Rasmussen 1.
Bjargingar: Nicolas Satchwell 23%, Pauli Jacobsen 14%.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Vikuskiftið 16. jan 2026
202799
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610