FM í skjóting: Endiliga eydnaðist hjá Esmari

FM í skjóting: Endiliga eydnaðist hjá Esmari
Fyri fyrstu ferð vann formaðurin í Skjótisambandi Føroya, Esmar Joensen, eitt føroyameistaraheiti. Tað hendi, tá hann vann á Finn Ludvig í finaluni í OL-trap
27.08.2024 - 09:00

Tað kom óvart á fleiri, tá formaðurin í Skjótisambandi Føroya, Esmar Joensen, skeyt seg í FM-finaluna í OL-trap sunnudagin. 

Høvuðspersónurin sjálvur var heldur ikki fyrireikaður upp á støðuna.

 - Eg hevði ikki nokk av patrónum við, so eg mátti senda onkran niðan í bilin eftir meira, tí vit komu so langt, segði Esmar Joensen, sum vann finaluna við 39 leirdúgvum ímóti teimum 36 hjá Finn Ludvig.

 - Tað er í lagi, at onkur annar vinnur, tað er heilt okey. Nummar tvey er eisini í ordan, segði veteranurin, Finn Ludvig, sum vann meistaraheitið í fjør.

Tvær dúgvur vóru á muni, tá komið var til seinastu 10 skotini.

 - Eg meini, at tá hann skjýtur sína seinastu ella næstseinastu, rakar hann ikki, og tá visti eg, at tað var sloppið, segði Esmar Joensen.

 

Tvær FM-kappingar eftir

Næstseinasta vikuskiftið vann Alex Johannesen úr Eysturskoti FM í automatic ball trap, og í góðveðrinum sunnudagin skeyt Esmar Joensen seg til sítt fyrsta FM-heiti.

Tvær føroyameistarakappingar eru nú eftir hjá Skjótisambandi Føroya. Næsta vikuskifti verður skotið í greinini OL-skeet í Vestmanna og í Havn. Sambært Esmari Joensen er Tórur Fløtt favorittur til ta kappingina. 

 - Nú vann Tórur Fløtt silvur í norðurlandameistarakappingini í OL-skeet, so hann er ein stórur favorittur til at vinna FM, sigur Esmar Joensen, sum eisini nevnir Marius Joensen, sum kanska verður við.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483