Venjarin: Vónbrot um vit ikki røkka HM-plássi

Venjarin: Vónbrot um vit ikki røkka HM-plássi
Claus Mogensen rósti føroysku spælarunum fyri ein flottan dyst ímóti Litava, og 10 máls leiðslan gevur Føroyum sera gott útgangsstøði undan returdystinum, segði venjarin
09.04.2025 - 21:45

Hann vildi ikki seta prosenttøl á føroyska kjansin at røkka HM-endaspælinum eftir 36-26 sigurin á Litava við Tjanir.

 - Men eg verði sera vónbrotin, um vit ikki røkka HM nú, segði venjarin, Claus Mogensen, síðani.

Og hann hevur alla orsøk til at hava góðar vónir. Eftir eina eitt sindur laka byrjan, sum var merkt av nervum og brendum kjansum, fekk føroyska verjan tak á litavum.

Samstundis kom veruligt glið á málskjótingina, og skjótt var greitt, at talan kundi gerast um stóran føroyskan sigur. Hetta varð eisini veruleiki eftir ein seinna hálvleiki, har orkan hjá Litava heilt einfalt gekk undan, meðan føroyingarnir koyrdu á.

 - Tá vit fingu sett verjuna rætt í seinna hálvleiki, høvdu litavar ilt við at skjóta mál, og vit fingu nógvar kontramøguleikar. Orkan rann undan hjá teimum nokkso tíðliga, og tað gav okkara skjótu spælarum kjansir, segði Claus Mogensen.

Kringvarpið vísir returdystin beinleiðis í sjónvarpinum sunnudagin frá klokkan 13.30. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329