Eingin Tony Weyhe - eingin trupulleiki?

Eingin Tony Weyhe - eingin trupulleiki?
KÍF hevur mist roynda verjuskansan Tony Weyhe, men málið í ár er greitt. Kollfirðingar vilja enda omanfyri fimta plássið, sum liðið hevur spælt seg til tvey tey seinastu árini
22.09.2025 - 17:00

Kollfirðingar skulu spæla skjótan og ágangandi hondbólt við sterkari verju.

Tað ljóðar einfalt, tá nýggi venjarin, íslendski Viktor Lekve, sigur tað, men verri er at vísa tað á vøllinum; serliga tá Tony Weyhe ikki longur stendur í verjuni hjá KÍF.

 - Vit hava mist Tony, sum hevur verið ársins verjuleikara nakrar ferðir. Tað hevur sjálvandi nakað at siga. At seta onkran ístaðin fyri ein slíkan mann er ikki bara bara, sigur Fríði Weyhe, sum aftur í ár verður lyklaspælari í Kollafirði.

 - Men so koma okkara ungu spælarir framat. Teir skulu fáa møguleikan uppaftur meir í ár. Tað haldi eg eisini, at venjarin ætlar, og tað er bara gott fyri felagið at lova sínum egnu framat, sigur bakspælarin. 

Spyrt tú um málið heilt konkret, er tað rættiliga greitt. KÍF skal enda omanfyri 5. plássið í grundspælinum, sum annars hevur verið úrslitið farnu tvey árini. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775