Kommunur raðfesta ikki spillvatnið

Kommunur raðfesta ikki spillvatnið
Ein triðingur av kommununum eru enn ikki á mál við spillvatnsskipanunum, sum skuldu vera klárar í 2015
02.10.2025 - 19:44

Fyri 10 árum síðani skuldu kommunurnar í Føroyum náa á mál við sínum spillvatnsskipanum.

Men enn manglar ein triðingur at røkka málinum, sigur Rakul Mortensen, umhvørvisevnafrøðingur á Umhvørvisstovuni.

10 ár eru liðin

Kunngerðin um spillvatn kom í 2009, og har stendur skrivað, at kommunurnar skuldu verða lidnar við sínar spillvatnsskipanir 1. januar í 2015.

Nú 10 ár seinni halta fleiri kommunur afturúr.

- Tað er ikki gott, sigur Rakul Mortensen.

Og kommunurnar hava altso ábyrgdina fyr at lúka krøvunum í kunngerðini um spillvatn, sum millum annað merkir, at tær skulu skipað spillvatnið í afturlatnum rørum, sum verða leidd út á sjógv. 

Ein drúgv uppgáva

Í kunngerðini stendur tó ikki nakað um, hvussu langt frá landi útlátini skulu vera.

Men tey skulu førast út har, sum rákið er nóg gott til at føra spillvatnið frá landi.

Hetta vísir seg tó at vera ein drúgv uppgáva hjá fleiri kommunum.

Og í miðjari tíð eru mótstøðuførar bakteriur funnar í vatni og fugli kring Havnina, sum er eitt dømi um, at spillvatnið ikki verður leitt nóg langt út á sjógv.   

Pengar skulu til

Ein triðingur av kommununum eru lidnar við spillvatnsætlanina, meðan ein triðingur er komin væl á veg. Tann síðsti triðingurin manglar nógv, og setur ikki nógvan pening til síðis til spillvatn.

Summar kommunur siga seg vera væl vitandi um, at tær raðfesta økið ov lágt, meðan aðrar ikki meta, at tær kunnu raðfesta øðrvísi.

Og orsøkin er greið:

- Tað er tí, at tað kostar nógvar pengar, sigur Rakul Mortensen, sum leggur aftrat, at tær møguliga heldur vilja raðfesta onnur øki sum til dømis barnagarðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. januar
Ættirnar syngja og suða
202225
Sunnudag 4. januar
Bolero - Nýggjárstónleikur
202219
Sunnudag 4. januar
Guðstænasta í Christianskirkjuni
202218
Leygardag 3. januar
TEMAPLÁTAN: Everything, The Bangles, 1988
202215
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 2. januar
Veðrið
202182
Hósdag 1. januar
Upp á gólv
202150
Hósdag 1. januar
Vælkomin heim
202132