Bjarta upp á 50: Hetta er sjúkt

Bjarta upp á 50: Hetta er sjúkt
Tað er "sjúkt" at spæla seg í miðumfarið við tveimum stigum í sekkinum, helt roynda strikan, Bjarta O. Johansen, sum nú hevur spælt 50 landsdystir fyri Føroyar
30.11.2025 - 17:07

Í trygga sigrinum á Paraguai spældi Bjarta Osberg Johansen sín 50. landsdyst fyri Føroyar, og nógv er broytt síðan sterka strikan spældi sínar fyrstu dystir fyri eini 14 árum síðani.

 - Eg havi ikki ordiliga nøkur orð beint nú. Vit hava akkurát spælt okkum í millumrunduna við stigum. Tað er sjúkt, flenti Bjarta O. Johansen, sum bert hevur Pernille BRandenborg omanfyri sær á dystarlistanum. Liðskiparin hevur nú spælt 54 ferðir fyri Føroyar.

 - Málið var sjálvandi allatíð at koma til millumrunduna, men vit fáa tvey stig við okkum nú, tí vit hava vunnið á topp-12 í heiminum fyrradagin, so hetta er fantastiskt, segði Bjarta Osberg Johansen eftir 26-25 sigurin á suðuramerikanska liðnum, sum nú skal spæla í sonevnda President's Cup fyri tey, sum ikki rukku víðari úr bólkaspælinum.

Hon helt, at spælið fyri steðgin var kanska eitt sindur merkt av nervum og ov nógvum brendum kjansum, men at verulig gongd kom á í seinna hálvleiki. Nú kunnu spælararnir gleða seg til miðumfarið í Dortmund, har Ísland, Týskland og Serbia bíða.

 - Ja, mín fyrsti EM-undankappingardystur var ímóti Serbia, so tað verður stuttligt at spæla ímóti teimum aftur nú, segði Bjarta Osberg Johansen. Tann dysturin endaði við 36-20 ósigri, men munnu føroysku kvinnurnar ikki hava nærkast serbum munandi síðan tá? Livst so spyrst. 

 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Mikudag 25. mars
Fyrsta val 25. marts 2026
206200
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194