– Vit koyra ikki Bretland úr ES uttan avtalu

– Vit koyra ikki Bretland úr ES uttan avtalu
ES fer ongantíð at koyra Bretland úr samveldinum við ongari avtalu, segði ES-forsetin, Donald Tusk, tá Brexit var til viðgerðar í ES-tinginum í dag
Í dag viðger bretska parlamentið aftur Brexit. Úrslitið av hesi viðgerðini verður avgerandi fyri niðurstøðuna hjá ES, sigur ES-forsetin
 
22.10.2019 - 16:10

Donald Tusk samskiftir í løtuni við ríkis- og stjórnarleiðararnar í ES um formligu umbønina frá Boris Johnson, forsætisráðharra, um at útseta brexit tríggjar mánaðir aftrat. 

Boris Johnson varð noyddur at biðja ES um at leingja freistina, tí tað hevur parlamentið samtykt, at hann skuldi gera, um Brexitavtalan ikki varð samtykt leygardagin.

Í dag viðger bretska parlamentið aftur Brexit, og úrslitið av hesi viðgerðini verður avgerandi fyri niðurstøðuna hjá ES, sigur Donald Tusk.

ES-tingið fær seinasta orðið

– Men tað er púra greitt, at vit fara ongantíð at koyra Bretland úr ES við ongari avtalu, og tað havi eg eisini sagt Boris Johnson, forsætisráðharra, sigur Donald Tusk.

ES-tingið fer ikki at atkvøða um Brexitavtaluna millum ES og Bretland, fyrr enn bretska parlamentið hevur góðkent hana.

Tað sigur formaðurin í ES-tinginum, David Sassoli, eftir ein fund við bólkarnar í tinginum. ES-tingið fær seinasta orðið í málinum, sigur hann. 

Atkvøða í dag og í morgin

Tað kann hava við sær, at Bretland fer ikki úr ES 31. oktober, sum Boris Johnson, forsætisráðharri, ætlar.

ES-tingið skal eisini góðkenna avtaluna, áðrenn hon kemur í gildi, og ætlanin er, at ES-tingið skal atkvøða um hana hósdagin.

Bretska undirhúsið fer at atkvøða um Brexitavtaluna í dag og í morgin. Verður hon góðkend í undirhúsinum, skal hon fyri yvirhúsið, House of Lords.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858