Apple 8,2 milliardir í bót

Apple 8,2 milliardir í bót
Amerikanski telefon- og telduframleiðarin fær bótina fyri at hava brotið kappingarlógina við eini órímiligari avtalu við franskar fyritøkur
 
17.03.2020 - 10:44

Amerikanska tøknifyritøkan Apple skal rinda umleið 8,2 milliardir krónur í bót, eftir at franska kappingareftirilitið hevur mett, at felagið hevur brotið kappingarlógina. Tað skrivar BBC.

 >>SÍ EISINI Apple bót fyri at seinka fartelefonir

Í niðurstøðuni vísir Kappingareftirlitið á, at amerikanska fyritøkan hevði stýrt kostnaðinum á Apple-vørum gjøgnum eina órímiliga avtalu við tvær franskar heilsølur.

Talan er størstu bótina, franska kappingareftirlitið nakrantíð hevur ásett. Apple hevur longu boðað frá, at tey eru ósamd við dóminum og fara at kæra avgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037