Danmark tørvar 250 milliardir

Danmark tørvar 250 milliardir
Landið noyðist at fáa 250 milliardir krónur til høldar, fyri at tippa holið í búskapinum orsakað av koronakreppuni
Danmark er mitt í einari søguligaru kreppu orsakað av korona. Landinum tørvar 250 milliardir
 
15.04.2020 - 15:37

Tjóðbankin leggur, sambært DR, ikki fingrarnar millum: Danmark er mitt í einari søguligaru kreppu orsakað av korona. Áðrenn juli skal danski staturin fáa til høldar 250 milliardir krónur fyri at kunna fíggja teir stóru hjálparpakkarnar, sum eru samtiknir í Fólkatinginum.

Jakob Ussing, vinnulívsserfrøðingur hjá DR, sigur, at tað sigur í grundini alt um, hvussu álvarslig kreppan er. Men eisini, hvussu umfatandi hjálparpakkarnir, sum danski staturin hevur samtykt fyri at bjarga fyritøkum og arbeiðspláss, eru. 

– Vanliga hevði staturin einans havt tørv á 50 milliardum krónum, fyri at fíggja virksemið hetta stutta tíðspunktið. Tað vil siga, at vit tosa um ein ferfalding av fíggingartørvinum, og tað hava vit ikki upplivað áður, staðfestir Jakob Ussing. 

Rentan lág í løtuni

Danski Tjóðbankin metir tó, at útgangsstøðið hjá danska statinum, at lyfta fíggjarligu byrðuna, er gott. Helvtin av teimum 250 milliardunum skulu lánast, og har er Danmark væl fyri.

Tí landið hevur lítla skuld, ein væl fíggjaðan almennan geira og fær bestu viðmæli, sum eru trý A, frá øllum altjóða kreditmetingarstovnunum. Tað ger tað lættari og bíligari at lána pengar á altjóða fíggjarmarknaðinum. 

Jakob Ussing heldur, at tað góða er, at hetta hendir meðan rentan er lág. Men tað er væntandi, at rentan fer at hækka nógv, tí nógv onnur lond eisini skulu út at lána nógvar pengar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115