Luftdálking kann vera orsøk til Alzheimers

Luftdálking kann vera orsøk til Alzheimers
Umhvørvisdálking kann vera orsøk til umleið 10 prosent av øllum Alzheimers-tilburðum í USA, sigur neurobiologurin, Caleb Finch, í World of Science
 
19.04.2020 - 14:37

Luftdálking ávirkar nærum øll fólk í heiminum. Og størsti syndarin er útlát frá bilum.

Eitt menniskja andar umleið 29.000 ferðir um samdøgrið og fær milliónir av luftbornum bitlum í seg hvørja ferð.

Størsta ávirkan á heilsuna hava bitlarnir, sum koma frá útlátinum frá bilum tá lívunnið brennievni verður brent.

Kann breiða seg í kroppinum

 Vit anda sera smáar bitlar í okkum. Tað kann elva til lungnabruna, sum síðani breiðir seg til onnur gøgn í kroppinum, sigur Michael Brauer, professari í fólkaheilsu í tíðarritinum, Heimsvísindi.

Tá vit gerast eldri, savnast jarn, sonevnt mangetit, náttúrliga í heilanum. Men alt ov nógv jarn er hinvegin tekin um demens.

Geofysikarin, Barbara Maher, hevur kannað, hvussu jarn í útláti frá bilum kann flyta seg allan vegin inn í heilan hjá okkum, og kann økja um vandan fyri demensi.

Seks milliónir fólk kannað

 Bitlarnir, sum vit anda í okkum, eru evarska lítlir og kunnu koma ígjøgnum nervnabuntini og beint inn í heilan, sigur Barbara Maher.

Seks milliónir íbúgvar í kanadiska býnum, Ontario, eru kannaðir. Kanningin vísir, at vandin fyri demensi veksur við sjey prosentum, um tú býrt minni enn 50 metrar frá einum av størru vegunum. Kanningar í USA vísa líknandi úrslit.

 Heilin krympar, tá hann verður fyri luftdálking. Umhvørviseksponering kann vera orsøk til umleið 10 prosent av alzheimertilburðunum í USA, sigur Caleb Finch, professari í neurobiologi í tíðarritinum, World of Science.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. januar
Góðan morgun Føroyar
202371
Hósdag 8. januar
Morgunlestur hósdagur 8.januar 2025
202090
Mikudag 7. januar
Mono - Hjalte Bachmann - 070126
202354
Mikudag 7. januar
Skratsj 7. januar 2026
202348
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341
Týsdag 6. januar
Upp á gólv á trettanda
202324
Týsdag 6. januar
Veðrið
202314