WHO ávarar: 190.000 fólk í Afrika kunnu doyggja

bannari
WHO ávarar: 190.000 fólk í Afrika kunnu doyggja
Næstan 200.000 fólk í Afrika kunnu doyggja eftir einum ári, eydnast tað ikki at avbyrgja COVID-19 smittuna, ávarar Heimsheilsustovnurin, WHO
Ein kvinna í Johannesburg verður kannað fyri COVID-19. WHO rópar nú varskó; 190.000 fólk í Afrika kunnu doyggja eftir bara einum ári
Mynd: AP (21.04.2020)  
 
08.05.2020 - 12:45

Tað er niðurstøðan í eini nýggjari frágreiðing, har tað eisini verður væntað, at COVID-19 fer at gera um seg í fleiri ár í Afrika, skrivar BBC.

Sambært kanningini hjá World Health Organization, fara 29 til 44 milliónir fólk í Afrika at verða smittað við COVID-19 eftir einum ári.

Deyðatalið í afrikansku londunum fer hetta sama tíðarskeiðið at verða úr 83.000 upp í 190.000 fólk, ávarar Heimsheilsustovnurin, WHO.

Flest smittað í Suðurafrika

Forsøgnin hjá World Health Organization byggir á 47 lond í Afrika, har fólkatalið í teimum 47 londunum tilsamans er umleið eina milliard.

Higartil eru fleiri enn 2.000 fólk í Afrika deyð av COVID-19. Til samanberingar er deyðatalið í Vesturevropa komið upp um 140.000 fólk.

COVID-19 er staðfest í øllum teimum afrikansku londunum uttan Lesotho. Flestu staðfestu tilburðirnir eru í Suðurafrika, tilsamans 8.200. Flest fólk eru deyð í Algeria, tilsamans 483.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391