Amerikonsk fyritøka ment heilivág fyri koronu

Amerikonsk fyritøka ment heilivág fyri koronu
Heilivágurin virkaði hjá øllum aldursbólkum, og immunverjan mentist eisini
Heilivágurin hevur nøkur hjáárin, men tey hvurvu eftir nøkrum fáum døgum
 
28.08.2020 - 09:03

Amerikanska fyritøkan, Moderna, sigur seg hava ment heilivág fyri koronu, sum virkaði hjá øllum aldursbólkum, skrivar Bloomberg.

Kanningin vísti, at fólk, sum vóru 55 ár ella eldri, gjørdu líka nógv andevni, sum ungfólk gjørdu, tá tey høvdu fingið heilivágin.

Tey, sum vóru við í kanningini, vóru í trimum aldursbólkum, millum 18 og 55 ár, millum 55 og 70 ár og yvir 70 ár.

Hjá øllum aldursbólkum mentist immunverjan. Tað verður tikið sum eitt gott tekin, tí ofta hava eldri trupulleikar við immunverjuni, og eru tí veikari enn yngri fólk.

Ringastu hjáárini vóru, at fólk kendu seg móð, fingu krím, høvuðpínu og pínu í vøddarnar. men tey árinini hvurvu eftir nøkrum døgum, skrivar Bloomberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375