Raðfesta bústaðarmøguleikar og virðisøking

Raðfesta bústaðarmøguleikar og virðisøking
Í dag er eitt ár síðani, at samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin varð skipað
Landsstýrissamgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin hevur nú eitt ár á baki
 
14.09.2020 - 09:43

At bøta um bústaðarmøguleikarnar og at tryggja størri virðisøking úr tilfeinginum eru tvey av málunum, sum landsstýrið fer at raðfesta, nú eitt ár er liðið, síðani samgongan millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin varð skipað.

Onnur mál, sum samgongan ætlar at raðfesta, er at seta ferð á grøna orkuskiftið, at bøta um viðgerðatilboðini hjá diabetikarum saman við Novo Nordisk, at fáa betri handilssáttmálar í lag og at seta sálarheilsuna á breddan.

Spennandi og avbjóðandi

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sigur í einum tíðindaskrivi, nú landsstýrissamgongan hevur sitið í eitt ár, at fyrsta árið hevur verið bæði spennandi og avbjóðandi.

- Sjálvandi hevur støðan við koronu ávirkað, men eg eri rættiliga nøgdur við, at vit longu hava avgreitt fleiri stórmál. Vit arbeiða framvegis við at røkka teimum málum, sum vit hava sett okkum fyri í samgonguskjalinum, sigur løgmaður.

Teir tríggir samgonguflokkarnir siga, at millum málini, sum eru avgreidd fyrsta árið, eru, at fólkapensjónisturin hevur fingið fleiri pengar, og tað loysir seg betur hjá pensjónistum at arbeiða.

Ferð er sett á arbeiðið at seta viðgerðartrygd í verk, lóg um almannatrygd og tænastur er samtykt, og fiskivinnan er aftur í tryggari legu, siga Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og MIðflokkurin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290