Andstøðupolitikari í Russlandi handtikin

Andstøðupolitikari í Russlandi handtikin
Russiskir myndugleikar kanna nú, um advokaturin og andstøðupolitikarin, Lyubov Sobol, hevur framt lógarbrot
Lyubov Sobol, andstøðupolitikari, og Alexey Navalny, andstøðuleiðari í Russlandi
Mynd: ap-tíðindastovan  
 
25.12.2020 - 15:29

Tíðliga í morgun gjørdi russiska løgreglan húsarannsókn heima hjá Sobol í Moskva og handtók hana til avhoyringar. 

Sambært starvsfólkum hjá andstøðuleiðaranum, Alexey Navalny, er Sobol undir illgruna fyri at hava gjørt seg inn á frælsið hjá einum agenti hjá russisku trygdarløgregluni FSB, - at hon skal hava framt harðskap ella at hava hótt við harðskapi.

33 ára gamla Sobol hevur arbeitt fyri anti-mutur-grunnin, FBK, hjá Navalny. Sobol hevur boðað frá, at hon fer at stilla upp til parlamentsvalið næsta ár, men at hon t.d. ikki slapp at stilla upp til lokalvalið í fjør. 

Vitjaði Kurdjavtsev

Longu mánadagin varð Sobol handtikin í nakrar tímar, tá hon, saman við nøkrum journalistum, vitjaði á bústaðnum hjá FSB-agentinum, Konstantin Kurdjavtsev, og vildu hava hann at lata upp fyri teimum. Men Kurdjavtsev lat ikki upp.

Kurdjavtsev er evnafröðingur og ein av FSB-agentunum, sum hildið verður er partur av toyminum, sum eitraði Navalny í Tomsk í august í ár. 

Kurdjavtsev gjørdist heimskendur í hesi vikuni, tá Navalny hevði almannakunngjørt upptøkuna av telefonsamrøðuni millum Navalny sjálvan og Kurdjavsev.

    Hoyr Navalny lumpaði fregnartænastuna

Í samrøðuni segði Navalny seg verða eitt starvsfólk hjá russisku trygdartænastuni, og fekk Kurdjavsev í smálutum at greiða frá um drápsroyndina móti Navalny.

Navalny skrivar á Twitter í dag um løgregluna, sum hevur handtikið Sobol. Hann skrivar eisini, at Kurdjavtsev keypti sær eina lutfalsliga dýra íbúð í Moskva við reiðum peningi bara tveir mánaðir eftir drápsroyndina móti Navalny.

Russland vísur aftur drápsroyndini móti Navalny, og sigur samstundis, at samrøðan við Kurdjavtsev er følsk og at Navalny líður av eltingarørsku og stórlætisørskapi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358