Landsdysturin avlýstur - korona í kekkiska hópinum

bannari
Landsdysturin avlýstur - korona í kekkiska hópinum
Kekkiska ferðalagið fer av landinum seinnapartin í dag
 
06.01.2021 - 10:28

 Landsdysturin í hondbólti millum Føroyar og Kekkia, sum skuldi vera í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn í kvøld, er avlýstur, boðar Hondbóltssambandið frá.

Koronusmitta varð staðfest í kekkiska hópinum í gjárkvøldið, og ferðalagið fer av landinum seinnapartin í dag.

HSF sigur, at strongu mannagongdirnar eru fylgdar, síðani kekkiska landsliðið kom til landið við egnum flogfari í gjár.

Ferðalagið hevur hildið seg fyri seg sjálvt á flogvøllinum, í bussinum og á hotellinum.

HSF er í tøttum samskifti við heilsumyndugleikarnar og evropeisku hondbóltssamgonguna, EHF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542