H71 og Neistin í báðum finalunum

H71 og Neistin í báðum finalunum
H71 og Neistin spæla finalurnar í steypakappingini hjá bæði kvinnum og monnum. Kringvarpið vísir báðar dystirnar beinleiðis í sjónvarpinum
Menninir hjá H71 skulu eisini verja steypið eftir sigurin á Kyndli í fjør
 
20.02.2021 - 12:48

Finalurnar í steypakappingini í hondbólti seinnapartin verða svartar og bláar. 

H71 og Neistin spæla bæði hjá kvinnum og monnum.

At júst hesi bæði feløgini eru í mansfinaluni er ikki óvæntað, tí seinastu seks árini er eingin finala spæld uttan annað av feløgunum hevur verið umboðað. Hesi árini hevur Neistin spælt tríggjar finalur, meðan H71 hevur spælt fýra ferðir.

Verandi steypavinnari, H71, skal verja steypið í finaluni við kvinnum. Í fjør vann H71 tepran sigur á VÍF, og hetta var samstundis fyrsta finalan hjá hoyvíkskvinnum.

Neistin er munandi finaluvandari. Síðstu tíggju árini hava tær bláu spælt í fimm finalum og vunnið tríggjar av teimum. Men seinasta finalan hjá Neistanum var í 2017. 

Rokna verður við jøvnum dystum bæði hjá kvinnum og monnum. Kringvarpið vísir finalurnar beinleiðis í sjónvarpinum. Byrjað verður at senda frá finaluni við kvinnum klokkan 16:40 og frá mansfinaluni klokkan 19:10.


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688