141 fólk koppsett í Norðoyggjum

bannari
141 fólk koppsett í Norðoyggjum
Tey flestu av teimum koppsettu eru búfólk á røktarheimum
Nú eru tilsamans 8.068 koppsetingar gjørdar í Føroyum. Av teimum hava 3.808 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett
 
08.03.2021 - 10:21

Sjey fólk fingu fyrra prikið, og 134 fólk fingu seinna prikið, tá ið koppsett var í Norðoyggjum um vikuskiftið.

Tey flestu av teimum koppsettu eru búfólk á røktarheimum.

Nú eru tilsamans 8.068 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.260 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 3.808 hava fingið seinna prikið, og eru liðugt koppsett.

Nýggj sending við koppingarevni kemur eftir ætlan við flogfarinum mikukvøldið.

Koppsetingin verður tikin uppaftur hósdagin, og tá verður farið at koppseta fólk á bústovnum hjá Almannaverkinum, skrivar corona.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329