Netflix vil steðga deiling av loyniorðum

Netflix vil steðga deiling av loyniorðum
Stroymingartænastan Netflix er í ferð við at menna eina nýggja tøkni, sum skal tryggja, at fleiri húsarhald ikki eru felags um sama loyniorð
 
13.03.2021 - 16:12

Nýggja tøknin skal kunna vátta, at brúkarar av sama loyniorði eisini hava sama bústað, sigur ein talsmaður hjá Netflix við BBC.

Stroymingartænastur so sum Netflix, Amazon Prime og Disney+ loyva brúkarum at gera fleiri profilar á somu kontu, men tað er ein treyt, at hetta skal vera millum fólk í sama húski.

Sjálvt um nýggja tøknin vísir seg at rigga, er tað framvegis óvist, um Netflix fer at brúka hana.

Í 2016 segði Reed Hastings, sum er stjóri og ein av stovnarunum av Netflix, at "Vit mugu læra okkum at liva við, at fólk deila síni loyniorð við onnur, tí ein stórur partur av tí er loyvt, til dømis at deila tað við sín hjúnafelaga ella børnini, so tað er einki greitt mark. Og vit klára okkum eisini fínt sum er."

Netflix er eisini ein av lutfalsliga fáu fyritøkunum, sum hevur havt fyrimun av koronu-farsóttini. Í fjør hevði Netflix 156 milliardir krónur í inntøkum og meir enn 17 milliardir krónur í avlopi, skrivar BBC.

Netflix fekk meir enn 37 milliónir nýggjar haldarar í 2020 og hevur í dag meir enn 200 milliónir haldarar kring heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Leygardag 23. mai
Upp á tá - 220526
208739
Leygardag 23. mai
Morgunlestur leygardagur 23.mai 2026
208382
Fríggjadag 22. mai
Vikuskiftið 23 mei 2026
208733
Fríggjadag 22. mai
LEITISSTEIN 22.05.2026 (Marianna Winter)
208727
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604