USA heitir á sínar ríkisborgarar um at fara úr Ukraina

USA heitir á sínar ríkisborgarar um at fara úr Ukraina
Tekin eru um eina russiska innrás, sum kann henda hvørja løtu, sigur amerikanska uttanríkisráðið
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.02.2022 - 07:03

Amerikanska uttanríkisráðið heitir á allar amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr Ukraina alt fyri eitt, tí tekin eru um eina russiska innrás, sum kann henda hvørja løtu.

Boðini frá amerinaksna uttanríkisráðnum vórðu send út í gjárkvøldið.

Í samrøðu við NBC News, endurtekur amerikanski forsetin, Joe Biden tað sama, skrivar Ritzau.

- Viðurskiftini í Ukraina kunnu broytast skjótt, sigur amerikanski forsetin.

Hann ger greitt, at USA ikki fer at senda herfólk inn í Ukraina, fyri at hjálpa amerikanarum, sum fara at flýggja útr landinum, um Rusland tekur Ukraina.

Rusland hevur savnað yvir 100.000 herfólk á markinum til Ukraina, men landið vísir aftur, at ætlanir eru um innrás í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858