Alt virksemið hjá Setrinum verður savnað á Frælsinum

Alt virksemið hjá Setrinum verður savnað á Frælsinum
Tórshavnar býráð hevur samtykt prinsippavtalu um makaskifti millum kommununa og Mentamálaráðið
Fróðskaparsetrið skal flyta úr Sjóvinnuhúsinum, sum skal hýsa umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.
 
23.06.2022 - 08:40

Landið fær ognarpartin hjá kommununi í Venjingarskúlanum, Tórshavnar kommuna fær gamla studentaskúlan í Hoydølum, og Fróðskaparsetrið skal flyta úr Sjóvinnuhúsinum.

Tað er kjarnin í prinsippavtaluni um makaskifti millum kommununa og Mentamálaráðið, sum Tórshavnar býráð samtykti í gjár.

Avtalan loysir bæði hølistrupulleikar hjá landsmyndugleikunum og kommununi, stendur í viðmerkingum til málið. 

 

Ætlanin er at skapa eitt kampus á Frælsinum, har Venjingarskúlin helt til.

 

Miðsavna virksemið á Frælsinum

Við at yvirtaka tey 40 prosentini, sum kommunan eigur av økinum á Frælsinum, fær landið umstøður til at miðsavna virksemið hjá Fróðskaparsetrinum og skapa eitt kampus á Frælsinum. Landið eigur frammanundan hini 60 prosentini. 

Partur av Setrinum heldur í løtuni til í Sjóvinnuhúsinum, men avtalan staðfestir, at Setrið skal flyta út skjótast gjørligt og í seinasti lagi við ársenda 2024. 

Tá ið tað hendir, er ætlanin hjá kommununi at miðsavna alla kommunalu fyrisitingina, sum nú húsast í fleiri bygningum í miðbýnum, undir eina lon í Sjóvinnuhúsinum.

- Við at flyta Fróðskaparsetrið úr leigumálinum í Sjóvinnuhúsinum og út í bygningarnar á Frælsinum og við at flyta fyrisitingina hjá kommununi úr mongu bygningunum í miðbýnum og út í Sjóvinnuhúsið, verða atlit tikin til ynskini hjá bæði Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrinum.

 

Tórshavnar kommuna fer at yvirtka gamla studentaskúlan í Hoydølum.

 

Yvirtaka studentaskúlan

Harumframt yvirtekur kommunan gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum, og gerst leys av einum gávulyfti, ið Tórshavnar býráð í 1990 gav Fróðskaparsetrinum um at lata lendi, sum er umleið 50.000 fermetrar stórt, til nýtt Fróðskaparsetur í Marknagili.

Avtalan er treytað av, at Løgtingið góðkennir avtaluna millum partarnar, og at Løgtingið setir neyðuga peningin av til at umvæla bygningarnar á Frælsinum eftir eini nærri ásettari ætlan.

Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundinum í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979