Klæmint Olsen á sama lista sum Messi, Ronaldo og aðrar heimsstjørnur

Klæmint Olsen á sama lista sum Messi, Ronaldo og aðrar heimsstjørnur
Leikandi NSÍ-legendan, og toppskjúttin í føroyskum fótbólti, Klæmint A. Olsen, er nummar sjey á lista yvir leikarar, ið hava skotið flest mál fyri eitt og sama felag
Klæmint A. Olsen er ein leikandi NSÍ-legenda, har hann hevur skorað 257 mál, og nú er hann eisini at finna á sera forkunnigum lista
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul  
 
24.08.2022 - 12:14

Í Føroyum kenna vit øll søguna um rituvíkingin Klæmint A. Olsen, sum varð føddur við einum klumpfóti, men síðani bleiv tíðarinnar toppskjútti í føroyskum fótbólti fyri barndómsfelagið NSÍ úr Runavík. 

Klæmint A. Olsen hevur bara umboðað NSÍ, og øll tey 257 málini, ið hann higartil hevur skotið fyri felagið, hava nú givið honum innivist á einum sera forkunnigum lista yvir leikarar, sum hava skotið flest mál fyri eitt og sama felag. 

Á listanum hjá ítróttaheimasíðuni GiveMeSport eru heimsstjørnur sum Lionel Messi, Christiano Ronaldo, Robert Lewandowski, Karim Benzema, Sergio Aguero, Wayne Rooney, Harry Kane og Francesco Totti. 

Klæmint A. Olsen er framman fyri so mætar stjørnur sum Wayne Rooney, Harry Kane og Francesco Totti. 

Klæmint A. Olsen

Frítekst tagging: 

 

Listin sær soleiðis út:

1. Lionel Messi (Argentina)
Felag: Barcelona | Mál: 672

2. Cristiano Ronaldo (Portugal)
Felag: Real Madrid | Mál: 450

3. Robert Lewandowski (Poland)
Felag: Bayern Munich | Mál: 344

4. Karim Benzema (Frakland)
Felag: Real Madrid | Mál: 325

5. Bader Al-Mutawa (Kuvait)
Felag: Al Qadsia | Mál: 282

6. Sergio Aguero (Argentina)
Felag: Manchester City | Mál: 260

7. Klæmint Olsen (Føroyar)
Felag: NSÍ | Mál: 257

8. Wayne Rooney (England)
Felag: Manchester United | Mál: 253

9. Harry Kane (England)
Felag: Tottenham Hotspur | Mál: 250

10. Francesco Totti (Italia)
Felag: AS Roma | Mál: 244

11. Maksim Gruznov (Estland)
Felag: Trans Narva | Mál: 218
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360