Uppskot um skattalætta leggur eisini trýst á forsætisráðharran

Uppskot um skattalætta leggur eisini trýst á forsætisráðharran
Bretski fíggjarmálaráðharrin ætlar at lækka skattin, men eisini fólk í Konservativa flokkinum eru ímóti
Liz Truss hevur verið forsætisráðharri í ein mánað, men longu nú verður tosað um at koyra hana frá.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
30.09.2022 - 13:34

Hóast bretski forsætisráðharrin, Liz Truzz, ikki hevur sitið í embætinum í ein mánað, so verður longu tosað um at koyra hana frá.

Orsøkin er eitt uppskot frá fíggjarmálaráðharranum, Kwasi Kwarteng, sum mælir til at lækka skattin hjá teimum ríku. Tað hevur fingið pundið at lækka nógv í virði.

Bæði fólk í Bretlandi, Altjóða Valutagrunnurin, IMF, bretski tjóðbankin og fólk í Konservativa flokkinum eru misnøgd við uppskotið.

Stóru skattalættarnir skulu fáa gongd á aftur bretska búskapin, og fólk skulu fáa stuðul, so tey kunnu rinda rokningarnar fyri orku.

 

Er ikki fíggjað

Eingin veit kortini enn, hvussu viðurskiftini vera, tí uppskotið verður ikki lagt fyri parlamantið fyrr enn seinast í november, og heldur ikki fyrr enn tá verður greitt, hvussu ætlanin skal fíggjast.

Tað, sum hevur fingið øði í fólk og myndugleikar, er, at ætlanin ikki er fíggjað, men enn bert eitt hugskot til eitt uppskot, sum ætlanin er at leggja fram.

Men ætlanin hevur loypt hvøkk á tinglimirnar í Konservativa flokkinum, sum nú er í iva um evnini hjá Liz Truzz at leiða bretska samfelagið ígjøgnum kreppuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738