Óli Mittún skaraði framúr í tapi fyri Eysturríki

Óli Mittún skaraði framúr í tapi fyri Eysturríki
Óli Mittún var stóra leikliga upplivingin, tá Føroyar taptu tepurt fyri Eysturríki í EM-undankappingardysti á Hálsi
Óli Mittún borðreiddi við einum megnaravriki í sínum fyrsta landsdysti á heimavølli
 
16.10.2022 - 19:27

Óli Mittún skaraði framúr, tá Føroyar taptu við tveimum fyri Eysturríki í EM-undankappingardysti í Havn.

17 ára gamla stórtalentið, sum spældi sín fyrsta A-landsdyst á heimavølli, skeyt sjey mál og átti næstseinastu hond á fleiri, men helldur ikki hesa ferð rakk tað til stig hjá føroysku hondbóltsmonnunum.

Góð byrjan

Eins og í dystinum ímóti Ukraina byrjaðu Føroyar og Tróndur Mikkelsen væl. Heimaliðið var frammanfyri við trimum tíðliga, men Eysturríki fekk nøkur skjót mál og kom innaftur í dystin.

Óli Mittún kom munandi fyrr á vøllin enn í Týsklandi, og unglingin úr IK Sävehof brúkti heldur ikki langa tíð til at gera vart við seg. 

Við sínum skjóta fótskifti breyt hann ígjøgnum ferð eftir ferð, og um úrslitið ikki varð mál, varð tað ofta útvísing í staðin.

Runnu aftaná

Tað var javnleikur í steðginum, og í seinna hálvleiki leikaði eisini javnt á.

Heldur nógv lá á herðunum á yngsta manninum, sum kortini væl og virðiliga lyfti uppgávuna, men Eysturríki fekk nakað nógv løtt mál onkra løtu.

Tí mátti føroyska liðið renna aftaná meginpartin av seinna hálvleiki, og viðhvørt eydnaðist at koma upp á javnt.

Men Eysturríki fór framum 23-22, og Føroyar megnaðu ikki aftur at fáa fast eftir hetta, og so endaði tað við teprum 30-28 tapi.

Einki stig enn

Føroyar eru sostatt byrjaðar undankappingina til EM við tveimum tapum - fyri Ukraina og Eysturríki - og tí stendur eisini null á botnlinjuni.

Avrikini, serliga tað ímóti Eysturríki, hava kortini verið góð, og nú er steðgur til í mars. Tá er Elias á Skipagøtu vónandi til reiðar aftur og kann taka sítt pláss í bakketuni undir liðini á Óla Mittún og hinum, sum eisini spældu ein góðan dyst.

-----------

Høllin á Hálsi (EM-undankapping)
Føroyar - Eysturríki, 28-30 (14-14)

Toppskjúttar, Føroyar: Óli Mittún 7, Hákun West av Teigum 5, Theis H. Rasmussen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595