24 ráðharrar í nýggju svensku stjórnini

24 ráðharrar í nýggju svensku stjórnini
Tobias Billstrøm verður uttanríkisráðharri, og forkvinnan í Kristindemokratunum verður varaforsætisráðharri
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, heldur røðu fyri ríkisdegnum um ætlanirnar hjá nýggju borgarligu stjórnini.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.10.2022 - 10:57

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur í dag kunngjørt ráðharrarnar í nýggju stjórnini. 

Tilsamans eru 24 ráðharrar í nýggju stjórnini.

Moderaterna fáa 13 ráðharrar, Kristindemokratarnir seks, og teir Liberalu fáa fimm ráðharrar. 

 

Ebba Busch verður varaforsætisráðharri í svensku stjórnini. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Ebba Busch, forkvinna í Kristindemokratunum, verður orku- og vinnumálaráðharri og varaforsætisráðharri. Kristindemokratarnir fáa eisini heilsumál at umsita. 

Johan Pehrson, formaður hjá teimum Liberalu, verður ráðharri í arbeiðsmarknaðar- og integrasjónsmálum. Flokkurin umsitur eisini veðurlags- og umhvørvismál og javnstøðumál.

Og nýggi uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, løgmálaráðharrin, Gunnar Strömmer, og verjumálaráðharrin, Pål Jonson, koma allir úr Moderatunum.

 

Tobias Billstrøm er nýggjur uttanríkisráðharri í Svøríki. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585