Gera skjótt av at velja nýggjan forsætisráðharra

Gera skjótt av at velja nýggjan forsætisráðharra
Tey, sum vilja stilla upp, skulu í seinasta lagi mánadagin boða frá, at tey hava undirtøku frá minst 100 parlamentslimum
Liz Truss fekk bara 44 dagar sum forsætisráðharri. Hon legði frá sær í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.10.2022 - 08:23

Serliga 1922-nevndin, sum skal skipa fyri, at nýggjur forsætisráðharri verður valdur í Bretlandi eftir Liz Truss, sum legði frá sær í gjár, hevur boðað frá, at ætlanin er at bera skjótt at.

Tey, sum ætla stilla upp, skulu í seinasta lagi mánadagin boða frá, at tey hava undirtøku frá minst 100 parlamentslimum.

Tí verða tað bert fá, sum kunnu stilla upp, og eftir talinum av parlamentslimum verða tað bert trý.

Tá val var um forsætisráðharra í summar, stillaðu 11 fólk upp.

Um bert ein hevur yvir 100 parlamentslimir í sínum parti, er viðkomandi valdur, og um talan verður um tvey ella trý, so verður val ímillum tey.

So verður atkvøtt á teldu, og úrslitið skal vera greitt hósdagin, hevur serliga 1922-nevndin gjørt av.

Nevndin hevur stórt vald í Konservativa flokkinum, skriva bretskir miðlar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Millum tøkini #12: Fjarðastevna
210617
Týsdag 7. juli
Summarbeiti 7. juli 2026
210611
Týsdag 7. juli
HM-tíðindi 7. juli 2026
210600
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522