Finna loysn um at brúka annað mál enn danskt í fólkatinginum

bannari
Finna loysn um at brúka annað mál enn danskt í fólkatinginum
Hans Enoksen, sum er fólkatingsvalevni í Grønlandi, sigur, at hann tosar bara grønlendskt
Fólkatingið sigur, at ongar ásetingar eru um mál í starvsreglugerðini hjá fólkatinginum.
 
31.10.2022 - 08:54

Gerst tað neyðugt, fer fólkatingið at finna eina loysn, so onnur mál enn danskt kunnu brúkast á røðarapallinum í fólkatinginum, til dømis grønlendskt, enskt ella føroyskt.

Spurningurin er aktuellur nú, tí eitt valevni í Grønlandi, Hans Enoksen, sigur, at hann tosar bara grønlendskt.

Tað er hent, at fólkatingslimir úr Grønlandi hava tosað grønlendskt á fólkatingsins røðarapalli, men teir hava so sjálvir umsett til danskt aftaná. 

 

Hans Enoksen sigur, at hann fer bara at tosa grønlendskt í fólkatinginum.

 

Ongar ásetingar

Fólkatingið sigur, at ongar ásetingar eru um mál í starvsreglugerðini hjá fólkatinginum.

Men gerst tað neyðugt, fer fólkatingið at finna eina loysn, sigur fólkatingið. Hetta skrivar KNR. 

Í landstinginum í Grønlandi verður tosað bæði grønlendskt og danskt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360