Størsta búskaparliga afturgongdin í Bretland í nýggjari tíð

Størsta búskaparliga afturgongdin í Bretland í nýggjari tíð
Rentan er nú trý prosent, og tað er tað mesta síðani 2008, tá bankakervið var í vandi fyri at kollsigla
Bretski tjóðbankin hevur hækkað rentuna upp í trý prosent.
 
03.11.2022 - 14:58

Bretar kunnu vænta størstu búskaparligu afturgongd í nýggjari tíð.

Tað ávarar bretski tjóðbankin um, eftir at bankin hækkaði rentuna 0,75 prosentstig. Sostatt er rentan nú trý prosent.

So høg hevur rentan ikki verið síðani 2008, tá ið bretska bankakervið var í vanda fyri at kollsigla.

 

Búskaparlig afturgongd verður í Bretlandi næstu árini. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Arbeiðsloysið tvífaldast

Í nýggjari frágreiðing ávarar tjóðbankin um tvey hørð ár við virðislækkingum og arbeiðsloysi, sum kann tvífaldast.

Heitið "búskaparlig afturgongd" verður brúkt til at lýsa støðuna, tá ið ein tjóðarbúskapur minkar tveir ársfjórðingar á rað. Í slíkum førum er vanligt, at fyritøkur tjena minni, lønir minka og arbeiðsloysið veksur. 

Sambært frágreiðingini hjá tjóðbankanum, minkaði búskapurin í summar, og gongdin fer halda fram til fyrsta ársfjórðing í 2024.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179