Grønlendskur landsstýrismaður vann atkvøðugreiðslu um misálit

Grønlendskur landsstýrismaður vann atkvøðugreiðslu um misálit
Andstøðuflokkarnir í landstinginum vildu hava Peter Olsen frá, tí játtanin til eitt nýtt kampusøki er ikki hildin
Samgonguflokkarnir atkvøddu ímóti misálitinum, og Peter Olsen heldur fram sum landsstýrismaður í útbúgvingarmálum.
Mynd: KNR  
 
16.11.2022 - 15:21

Grønlendski landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum, Peter Olsen, hóraði undan, tá andstøðan í gjár legði fram eitt misálit á hann. 

Andstøðan reisti misálitið, eftir at grannskoðanarnevndin hevur funnist hvassliga at, at játtanin til eitt nýtt kampusøki, Campus Kujalleq í Qaqortoq, ikki er hildin.

Sambært nevndini eru fleiri milliónir krónur meira brúktar seinastu tvey árini, enn landstingið  hevur játtað. 

Tað vóru andstøðuflokkarnir, Demokraatit, Atassut og Naleraq, sum reistu misálitið, tí eftir teirra tykki hevur Peter Olsen hevur ábyrgdina fyri, at játtanin ikki er hildin. 

Tey níggju umboðini hjá andstøðuni atkvøddu fyri misálitinum, meðan tey 21 samgonguumboðini hjá Siumut og Inuit Ataqatigiit atkvøddu ímóti.

Sostatt fall uppskotið um misálit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Nýggjastu sendingar í SV