Royal Greenland fær størri vald í fiskivinnuni í Kanada

Royal Greenland fær størri vald í fiskivinnuni í Kanada
Fakfeløg stúra fyri gongdini, tí fiskivinnan endar á fáum hondum
 
24.11.2022 - 15:31

15.000 fólk starvast í fiskivinnuni í Nýfundlandi og Labrador, og nógv av teimum arbeiða fyri Royal Greenland, sum hevur gjørt stórar íløgur har seinastu árini.

Í einari nýggjari, stórari frágreiðing verður staðfest, at leikluturin hjá Royal Greenland hevur havt positiva ávirkan á summum økjum, men frágreiðingin vísir eisini, at Royal Greenland og risastórar lokalar fyritøkur eru í ferð við at ogna sær størri og størri vald.

FFAW, sum er eitt av fakfeløgunum í fiskivinnuni, heldur einki um, at Royal Greenland hevur keypt so stóran part av fiskivinnuni í Nýfundlandi og Labrador, skrivar Sermitsiaq.

- Øll vinnan er farin at enda á fýra, fimm hondum, og tær halda fram við at keypa smærri fyritøkur. Hetta minkar um kappingina og møguleikarnar hjá teimum smærri aktørunum í vinnuni, sigur Keith Sullivan, formaður í FFAW.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. februar
Veðrið
203609
Mánadag 2. februar
Palli Halaleysi - teknmálstulkað
203608
Mánadag 2. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203606
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561